Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skorheim vil hava sannleikan um Fámara

Málið um festið í Fámara hevur verið í brennideplinum í longri tíð. Ivi er sáddur millum fólk um almennu handfaringina av málinum. Nú er umráðandi, at sannleikan kemur á borðið

Tíðindaskriv

Í longri tíð hevur málið um festið í Fámara verið høvuðstíðindi í fjølmiðlunum. Málið tykist ongan enda at fáa, fólk standa spyrjandi og tað seinasta er, at undirskriftir verða savnaðar kring alt landið.

Tað er nógv, sum bendir á, at ein nokk so stórur partur av Føroya fólki ikki eru nøgd við almennu handafaringina av festinum í Fámara.

Løgtingsmaðurin metir, at tað er umráðandi, at løgtingið og alt Føroya fólk fær vissu fyri, at allir umsøkjarar til føroyska almenna ogn fáa rættvísa viðgerð.

Tí hevur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður, sent Løgtingsskrivstovuni skrivligan spurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, við fyrispurningi um máls- og mannagongdir hjá Búnaðarstovuni í sambandi við festið Fámara og sum heild. Spurningurin verður settur eftir § 52 a í tingskipanini.

Fyrispurningarnir 24 í tali eru hesir:

• Hví varð festið í Fámara ikki avhendað, sum ásett í lógini um landsjørð, § 4.stk. 5, eftir at táverandi festari var farin av festinum í 2000?

• Hvør hevur havt ábyrgdina av at røkja festið seinastu 13 árini?

• Hvussu nógvir áseyðir hoyrdu til festið í 2000?

• Hvussu nógvir áseyðir hoyra til festið í dag?

• Hvussu nógvar maskinur hoyrdu til festið, tá festarin fór av festinum í 2000?

• Hvat var virðið av maskinunum í dagsprísi?

• Hvat bleiv av maskinunum, sum hoyrdu til festið?

• Hvørjum standi vóru bygningarnir í, tá festarin fór av festinum í 2000?

• Hvørjum standi vóru bygningarnir í, innan fólk fluttu inn í mai 2010?

• Hvørjum standi eru bygningarnir í nú?

• Hvørjar fylgjur fær tað, um eitt festið verður misrøkt?

• Hví varð festið lýst til sølu í 2012?

• Hví varð sølan av festinum tikin aftur?

• Hvat er metingarstøðið, tá nýggjur festari skal setast?

• Hvør gav loyvi til, at fólk kundu búsetast í Fámara í 2010?

• Varð nøkur skrivlig avtala gjørd við tey og nær?

• Hvat samstarv hevur Búnaðarstovan havt við tey, ið seinastu trý árini hava búð í Fámara?

• Hvat og nær er nakað gjørt fyri at fáa tey, ið hava búð í Fámara at fara av festinum?

• Varð avgerðin um nýggja festaran tikin á gegnigum grundarlagi?

• Metir landsstýrismaður, at Búnaðarstovan kann kanna sítt egna gegni?

• Hvussu nógv hevur Fámara kostað landinum í árunum 2000 - 2010?

• Hvussu nógv hevur Fámara kostað landinum í árunum frá juni 2010 til juni 2013?

• Hevur felagið Sinnisbati fingið svar frá Fiskimálaráðnum uppá áheitanina um Fámara?

• Hvussu nógv festi eru í dag uttan festara?

Jógvan Skorheim, løgtingsmaður