Skjøtul settur á Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið
Ein breitt samansettur bólkur er settur at gera Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Fyrstu fundirnir í arbeiðinum hava nú verið.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur gjørt av, at ein menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið skal gerast. Hetta er í samsvari við samgonguskjalið, sum m.a. sigur, at “arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt Løgting tók undir við í mai 2015, verður sett í verk. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum”.
Endamálið við arbeiðinum er at orða eina ætlan í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til. Menningarætlanin skal vera liðug tíðliga í summar. Høvuðspartarnir eru hesir:
• At gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir/tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um hvørjar viðgerðir/tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini.
• At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið.
• At gera meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Eisini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkrahúsverkinum í framtíðini.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur í hesum sambandi sett bólkar, sum skulu vera við at gera Menningarætlanina: ein stýrisbólk, verkætlanarbólk, serfrøðingabólk og ein politiskan fylgibólk.
Stýrisbólkurin er mannaður við hesum umboðum:
• Turid Arge, aðalstjóri - formaður
• Henrik L. Hansen, landslækni
Verkætlarbólkurin er mannaður við hesum umboðum:
• Sveinn Magnússon, serlækni í intern medisin og skrivstovustjóri í Vælferðarmálaráðnum í Íslandi - formaður
• Geir Sverri Braut, professari og serlækni í samfelagsmedisini. Hevur verið varastjóri í Statens Helsetilsyn og arbeiðir í dag á Stavanger Universitetssjúkrahúsi - serligur ráðgevi
Í verkætlanarbólkinum er somuleiðis sett eitt skrivaratoymi við hesum umboðum:
• Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum (samskipari)
• Fróði Jacobsen, Stjórnarsamskipari í Heilsu- og innlendismálaráðnum
• Irena Nolsø, fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum
Serfrøðingabólkurin er mannaður við hesum umboðum:
• Augusta Mikkelsen, umboð fyri Fysioterapeutfelag Føroya
• Carla Josenius Mikkelsen, umboð fyri Ergoterapeutfelagið
• Dánjal Petur Højgaard, umboð fyri Kommunulæknafelag Føroya
• Fróði Joensen, umboð fyri Serlæknafelag Føroya
• Heri Olsen, umboð fyri Felagið Radiografar í Føroyum
• Jákup Andreas Thomsen, umboð fyri Felagnum Yngri Læknar
• Jeanna í Lágabø, umboð fyri Sjúklingaráðið
• Lillie Eliassen, umboð fyri Ljósmøðrafelag Føroya
• Majbritt Mohr, umboð fyri Heilsurøktarfelagið
• Marita Simonsen, umboð fyri Bioanalytikarafelagið
• Óluva í Gongd, umboð fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
• Pál Weihe, umboð fyri Læknafelag Føroya
• Svend Åge Seloy, umboð fyri Starvsmannafelagið
• Suni Poulsen, umboð fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar
• Asta Joensen, depilsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Birita Samuelsen, bioanalytikari og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Bjarni á Steig, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Elin Jensen, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Eyðfinn Olsen, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Gunnbjørg Guttesen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
• Hans Petur Nielsen, yvirlækni og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
• Hjalgrím Andreasen, portørur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
• Helena K. Pætursdóttir, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
• Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
• Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Magnus á Stongum, deildarlækni og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
• Naina Túgvustein, varastjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið
• Noomi Holm, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
• Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
• Súsanna Olsen, varastjóri og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
• Synnøva Hansen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
• Tormóður Stórá, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Landsstýriskvinnan hevur boðið hesum at luttaka í politiskum fylgibólki:
• Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
• Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
• Jenis av Rana, Miðflokkurin
• Jógvan Skorheim, Nýggja Sjálvstýri
• Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin
• Katrin Kallsberg, Tjóðveldi
• Poul Clementsen, Framsókn
• Óluva Klettskarð, Tjóðveldi
• Sonja Jógvansdóttir, Uttanflokka
Heilsu- og innlendismálaráðið