Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skjøtil settur á skúladepil í dag

BYGGING: So upprann dagurin, har spaki verður settur í fyri byggingini av nýggjum skúladepli við Marknagil í Havn.

Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, er sum vera man, væl nøgdur við, at arbeiðið við skúladeplinum umsíðir kann fara í gongd.

- Tað er sjálvandi týdningarmikið, at allir partar eru klárir og eru við, tá skjøtil verður sett á eina so stóra verkætlan, og tað haldi eg, vit nú kunnu staðfesta, sigur stjórin á Landsverki, ið er byggiharri á stóru verkætlanini.

Ewald Kjølbro vísir á, at tær sparingar, sum vóru møguligar, eru funnar. Hann fegnast um, at okkara unga ættarlið skjótt fær góðar og virðiligar karmar at nema sær grundútbúgving í, tá skúlin eftir ætlan verður tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Hátíðarløtan við Marknagil byrjar klokkan 15, tá stjórin á Landsverki bjóðar vælkomin. Síðani fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, at seta spakan í og siga nøkur orð.

Eftir hetta fær Heðin Mortensen, borgarstjóri, orðið, og síðani verður farið í matstovuna á Skúlaheiminum beint við síðuna av, har øll eru væl komin at fáa sær okkurt leskandi. Her fara heimskendi og væl umtókti arkitekturin, Bjarke Ingels, frá donsku teknistovuni, BiG, saman við starvsfelaga sínum, Finn Nørkjær, ið hevur verkætlanina um hendi, at greiða nærri frá hugskotinum við nýggja skúladeplinum, sum Team Fuglark hevur latið úr hondum.

Nýggi skúladepilin fer at hýsa stundentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla, ið verða lagdir saman í ein skúla. Pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum.