Skjót ein hvítan (golf)bólt eftir Oyggjaleikunum
Síðstu tíðina hevur fleiri ferðir verið frammi í fjølmiðlunum, at oyggjaleikirnir møguliga ikki kunnu haldast í Føroyum vegna trupulleikar av at fáa til høldar neyðugt øki til golfvøll, sum ivaleyst er eitt krav fyri at sleppa at hýsa oyggjaleikunum. Bæði ÍSF-formaðurin og borgarstjórin í Havn hava kært sína neyð, og leggja stórt trýst á myndugleikarnar um at loysa hendan trupulleika.
Hesin trupuleikin er ikki nýggjur, og er tað einki løgi í tí, at hetta er ein trupulleiki, tí ein golfvøllur er sera krevjandi tá pláss umræður, tað skal vera sera nógv til av tí, uml 50-60 ha (500.000-600.000m2) og tað er kostnaðarmikið.
Tað hevur altíð verði trupult at fáa hendur á øki, líkamikið hvat endamálið hevur verið, hetta skyldast aloftast tað skipan vit arbeiða eftir. Tað er soleiðis at tá lendi skal takast frá bónda, tað kann vera land ella kommuna ið vilja byggja havnir ella gera útstykkingar v.m. so ferð eitt sera tungt apparat í gongd. Tann ið tørvar lendi skal kjeypa lendi frá Búnaðarstovuni, Búnaðargrunnin ferð avstað við peninginum og bóndi/festarin fær einki, tað ger sjálvandi tað at eingin bóndi vil av við lendi, tí hann missir ikki bara lendi men eisini inntøku og møguleikar.
Úrslitið av hesi skipan er at bóndin sum er, fyri skotum velur at fara í skotgrøvina, at verja seg og roynir at halda stand sum longst.
Omanfyri nevndu trupuleikar valdi Fiskimálaráðið at gera nakað við.
Fyri at sleppa undan kostnaðinum av at fáa lendi til golfvøll, var gjørd ein skipan so at tann mynduleiki ,sum ætlaði at gera slíka íløgu kundi leiga lendi. Og fyri at fáa bóndan úr skotgrøvini, fekk hann møguleika til at samráðast við leigaran um møguligt endurgjald fyri ampar, mista inntøku, endurgjald fyri gjørdar íløgur o.l. tað er ikki meira enn rímiligt. Á hendan hátt var møguligt hjá øllum pørtum at fáa eina virðiliga loysn.
Lógaruppskot varð smíðað, og borið Tinginum sum vanligt er, hagani í vinnunevndina og til hoyringar hjá avvarandi pørtum.
Tá arbeiðið er liðugt og allir partar hoyrdir, visir tað seg at Kommunusamskipan Føroya og onnur hava fingið vent uppskotinum á høvdi, soleiðis at bóndin er skúgvaður til viks, og peningur fyri møguligt endurgjald skal í Búnaðargrunnin, t.v.s. beint ímóti endamálinum við uppskotinum.
Støðan nú.: Bøndurnir hava grivið grøvina longur niður.
Og Kommunusamskipan Føroya hevur (golf)kølla leigaran (kommununa) í beini
Niðurstøða.: møguliga eingin golfvøllur enn.
So “skjót ein hvítan golfbólt eftir oyggjaleikunum”
Sigert Patursson
Formaður Bóndafelag Føroya