Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skjalprógvini fyri útreiðslur ikki nóg góð

Brúkaraumboðsmaðurin hevur latið stovnin goldið fyri privata nýtslu, staðfestir Landsgrannskoðarin í frágreiðing sínari.

Landsgrannskoðanin hevur gjøgnumgingið Eurocard uppgerðirnar og kassauppgerðirnar fyri 2009 og 2010. Í høvuðsheitum vísir gjøgnumgongdin, at skjalprógvini fyri útreiðslur stovnsins ikki eru nóg góð. Í summum førum mangla grundskjøl, í øðrum førum eru rokningar og kvittanir ikki útgreinaðar, og tá ið ræður um fundarútreiðslur, er sjálvdan frágreiðing um endamál við fundunum, ella hvørji fólk vóru við á fundi.

Landsgrannskoðanin hevur gjøgnumgingið eina uppgerð yvir tænastuferðir innanlands fyri tíðarskeiðið 22. mars til 18. mai 2010.

Uppgerðin fevnir um dagar, har brúkaraumboðsmaðurin hevur verið av Suðuroynni í tænastuørindum, sum hava vart til dagin eftir. Ongi skjøl prógva útreiðslurnar.

Landsgrannskoðanin fær ikki sannað, at uppgerðin er røtt og í samsvari við galdandi reglur á økinum, ella at heimild er fyri útgjaldinum, eftirsum skjalatilfarið er ófullfíggjað.

Sambært yvirlitinum yvir kortnýtslu rindar stovnurin ferðaseðlar millum tænastustaðið og egnan bústað hjá brúkaraumboðsmanninum. Eisini rindar stovnurin í fleiri førum kost.

Rindar arbeiðsgevari fyri, at eitt starvsfólk kemur til og frá arbeiði, og fyri kost, frían bil og fría fartelefon, er talan um skattskylduga inntøku sambært § 25 í Skattalógini, og fríir ágóðar eru fevndir av fráboðanarskylduni í § 118 í skattalógini.

Brúkaraumboðsmaðurin hevur persónbil, sum stovnurin eigur. Sambært brúkaraumboðsmanninum verður bilurin bæði brúktur í arbeiðsørindum, so sum at koyra út til klagarar og tey klagaðu sambært virksemi stovnsins, og til privata nýtslu.