Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skiparin var skít

Perla: Mánadagin kom eitt av føroysku skipunum í frálandavinnuni inn á Runavík. Gamli umbygdi trolarin hevði mist sín charter hjá norskum veitara, tí skiparin var meldaður til norsku løgregluna fyri at vera fullur...Oyggjatíðindi 8. Oktober 2008.

Føroyingar hava eftir hondini eina rúgvu av sokallaðum supplay-bátum, teir flestu í Norðsjónum. Í hesi vinnuni hevur serliga Thor í Hósvík, gjørt seg galdandi, men eisini onnur reiðaríðir hava ligið og liggja framvið, at fáa charter.

Eitt føroyskt reiðaríð við bert tveimum skipum, misti herfyri eitt charter frá norskum veitara. Tað var hetta skip, sum kom á Runavík í vikuni.

Rúsdrekka og oljuvinna ganga ikki hond í hond, og nú er so aftur eitt dømi um, at tað ikki altíð skal so nógv til, áðrenn brennivín kann fáa sera álvarsamar avleiðingar.** Í frálandavinnuni eru tað nógv krøv, sum skulu lúkast. Gamli føroyski trolarin, sum er umbygdur til supplay í Norðsjónum, hevði júst fingið nýggja manning úr Føroyum.

Norska felagið, ið átti charturin, hevði kravt nakrar umbyggingar og broytingar, áðrenn skipið var sent út á feltið.

Norskir handverkarar vóru komnir umborð, at fremja ávísar broytingar og annars gera ábøtur á gamla trolaran.

Skiparin, ein føroyingur, sum blaðið hevur navnið á, var komin úr Føroyum, og hevði milt sagt eina góða kenning.

Tá norsku handverkararnir sóu tilstandin hjá føroyska skiparanum, rýmdu teir í stundini í land aftur, og meldaðu tilburðin til løgregluna.

Løgreglan kom umborð, og handtók skiparan, og setti hann í spjellið, samstundis, sum felagið, ið átti charturin, varð kunnað um hvat hent var.

Tó at skiparin ikki hevði siglt fullur, ikki hevði verið fullur á brúnni, var eingin bøn.

Norska felagið uppsegði charturin í stundini.

Eftir vanligum reglum í sjólógini er onki, sum bendir á, at hesin skiparin hevur gjørt nakað, sum er revsivert, men okkara keldur ivast ikki í, at charter-avtalan, sum norska felagið hevur gjørt við føroyska felagið forbjóðar nýtslu av brennivíni totalt, at hetta í ongum føri verður góðtikið.

Avtalan varð uppsøgd beinanvegin brennivín var staðfest, siga keldur hjá blaðnum, sum eisini vistu, at skipið kom inn á Runavík í vikuni.

Tá ið føroyski skiparin var handtikin, var sent boð eftir avloysaraskipara at koma til Noregs eftir skipinum. Keldan veit at siga, at manningin er ikki uppsøgd, og at leitað verður eftir nýggjum charteri í frálandavinnuni, sum eitt úrslit av, at skiparin var skít.

Ein føroyingur og ein dani eiga felagið.