Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skiparin alt ov lítið at siga

Ein dekkari á Anitu segði í sjóforhoyrinum í gjár, at hann helt, at teir kundu havt bjargað tí sjólætna indonesaranum, um ein knívur hevði verið tøkur. Skiparin segði, at hann fleiri ferðir hevur givið strang boð um, at manningin ikki skal nerta gørnini, meðan tey renna út. Men annaðhvørt skilja stýrimenn og dekkarar hann ikki, ella vilja teir ikki akta. Ongin alarmskipan fór nakrantíð í gongd umborð.

Eftir: Ingolf S. Olsen

Tað vóru serliga tvær ógvuliga álvarsligar sannroydnir, ið stóðu eftir, tá sera drúgva sjóforhoyrið í gjár í sambandi við vanlukkuna umborð á føroyska garnaskipinum Anitu hin 11. februar var at enda.

Í fyrsta lagi staðfesti ein indonesiskur dekkari, Wachidi, ið var á staðnum, tá vanlukkan hendi, at teir helst høvdu kunnað bjargað tí 34 ára gamla sjólætna indonesanum Saefudin, um ein knívur hevði verið til taks at kvetta línuna, hann hevði fingið um beinið.

Í øðrum lagi kom fram, at tað er ógreitt, hvør er omanfyri hvønn av yvirmonnunum. Heini Reinert skipari var millum teir seinastu, ið fekk at vita, at ein vanlukka varð hend. Eisini fekst tað burtur úr frásøgnini hjá skiparanum, at stýrimenn og manning ikki akta boðini frá honum um trygdarlig atlit.

Ongin knívur

Tveir indonesiskir dekkarar, Wachidi og Mudasia (indonesarar nýta ikki eftirnøvn), umframt hin sjólætna, Saefudin, vóru til arbeiðis við garnapavnin umborð á Anitu, tá gørnini vórðu sett í stormi av útsynningi – 25 m/s – í seks metur høgari aldu tíðliga um kvøldið týsdagin 11. februar.

Báðir søgdu frá, at ongin knívur var í námind, tá Saefudin, ið virkaði sum bátsmaður – arbeiðsformaður – bleiv fastur í einum enda, sum gørnini eru bundin saman við, og varð drigin fyri borð.

Í rættinum varð nógv gjørt burtur úr, hvar knívur vanliga var at finna, og hví ongin var við garnapavnin, men bert annar dekkarin, Wachidi, varð beinleiðis spurdur, um hann helt, at teir høvdu kunnað bjargað Saefudin, um teir høvdu havt ein knív. Og tað høvdu teir kunnað, svaraði Wachidi.

“Eg kenni ikki trygdarásetingarnar niður í smálutir, og veit tí ikki, um tað er brot á reglurnar, at ongin knívur var tøkur. Eg havi verið nógv við línu, og har verður tað mett at vera óðamannaverk ikki at hava knív hjá sær, tá sett verður. Við gørnum er greiðirnar uppaftur sverari og tyngri enn við línu, so har mátti tað veri uppaftur meira umráðandi at hava knív í beltinum. Í øllum førum má læran av hesum verða, at menn altíð eru útgjørdir við góðum, hvøssum knívi, tá gørnini verða sett”, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Hann var til staðar undir øllum sjóforhoyrinum, sum byrjaði klokkan 9.30 týsmorgunin og ikki endaði fyrr enn klokkan 19.15.

Annars var als onki samsvar millum frágreiðingina hjá yvirmonnunum og dekkarunum, tá tað snýr seg um hesa útgerðina.

Báðir stýrimenninir eru spanskir. Fyrsti stýrimaður segði, at menninir altíð hava knív uppi á sær, men hann helt ikki, at teir báðir dekkararnir høvdu kunnað bjargað Saefudin, sjálvt um teir høvdu ein knív. Báðir dekkararnir avsannaðu hetta, og sum nevnt helt annar, tá hann varð spurdur, at teir høvdu kunnað bjargað tí sjólætna, um teir høvdu ein knív at kvetta endan, hann var fløktur upp í.

Tað vóru eisini ymiskar uppfatanir av, hvussu lang tíð gekk, frá tí at hin 34 ára gamli indonesin bleiv fastur, og til hann fór fyri borð. Annar stýrimaður, ið sá hendingina umvegis vøkutól á brúnni, helt, at tað tók 10-15 sekundir, meðan dekkarin Wachidi heldt, at tað mundu ganga umleið tríggir minuttir. Hesa tíðina royndu teir at halda Saefudin. Tað megnaðu teir ikki, og teir sóu, at hann eisini sló høvdið í, tá hann varð drigin út um lúkuna.

Teir akta ikki

Víðvíkjandi leiklutinum hjá skiparanum, so varð tað greitt undir avhoyringini av honum, at hansara orð als ikki eru lóg umborð á Anitu.** - Eg havi fleiri ferðir sagt tað við stýrimenninar, at menninir ikki skulu gera nakað sum heslt við gørnini, meðan tey renna út, og tá eg havi sæð menn gera tað kortini, havi eg rópt eftir teimum um at halda fingrarnar burtur, segði Heini Reinert í rættinum.

Hann segði seg ikki vita, um talan var um ólýdni ella um, at stýrimenn og dekkarar ikki høvdu skilt hann, men hann hevði verið varðugur við henda trupulleikan í eina tíð.

Annar stýrimaður hevði latið rættinum eina skrivaða frágreiðing, og av henni framgongur týðuliga, at hann og manningin meta tað vera púra vanliga mannagongd at royna at greiða fløkjur, meðan gørnini verða sett.

Skiparin er einasti føroyingur umborð. Hann var staddur í messuni, tá vanlukkan hendi. Í sjóforhoyrinum segði hann seg ikki vita, um hann fekk boðini um vanlukkuna beinanvegin, men hann gekk út frá tí. Tó skiltist, at hann ikki bleiv púra greiður um, hvat var hent, fyrr enn hann var komin á brúnna. Tað er fyriskrivað umborð, at eldávaringarskipanin skal aktiverast, um vanlukka hendir, men ongin alarmur fór nakrantíð í gongd.

Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, var hjásitari hjá dómaranum undir sjóforhoyrinum sum serkønur, og tí ber hann seg undan at gera viðmerkingar til tað, sum kom fram. Í staðin vísir hann til Annfinn Garðalíð, næstformann í felagnum, sum eisini var til staðar undir sjóforhoyrinum frá byrjan til enda.

Líkist ongum

Annfinnur Garðalíð heldur, at leikluturin hjá skiparanum umborð á Anitu, soleiðis sum hann varð lýstur í sjóforhoyrinum, líkist ongum.

“Tað tyktiskt ikki, sum serliga nógv í rættarsalinum skiltu, at føroyski skiparin í veruleikanum als onki hevur at siga umborð, tí hann er bara flaggskipari. Hann vist jú ikki av, at nøkur vanlukka var hend, fyrr enn hann kom á brúnna, og hann visti onki at siga í rættinum. Tað líkist ongum, at soleiðis er, men lógin loyvir hesum – hon krevur bert, at skiparin skal hava heimstað í Føroyum, men setir ongi krøv til restina av manningini ella um valdsbýtið umborð”, sigur Annfinnur Garðalíð.

Sama um talan er um ólýdni ella misskiljingar, so hevur indonesiska manningin sera lítlan møguleika at seta seg inn í trygdarviðurskiftini umborð. Vegleiðingar um hetta hanga á brúnni og í messuni, men tær eru bert á føroyskum og enskum.

Dekkararnir eru indonesar, og bert onkur hendinga av teimum skilir eitt sindur av enskum ella sponskum.

Annar dekkarin, Wachidi, segði seg ikki vita, um skiparaskifti hevði verið teir tveir mánaðirnar, hann hevur verið umborð á Anitu. Tað má so merkja, at hann als ikki hevur vitað, hvør er skipari – í øllum førum hevur hann ikki vitað tað alla tíðina.

Onki samsvar

Upplýsingarnar, sum í sjóforhoyrinum komu fram um, hvussu ofta trygdarvenjingar verða hildnar, vóru innanhýsis eisini sera mótstríðandi. Tann eini dekkarin, Mudasia, mintist bert eina venjing teir tíggju mánaðirnar, hann hevur verið við Anitu. Fyrsti stýrimaður segði, at teir høvdu venjingar einaferð um mánaðin, annar stýrimaður segði, at teir høvdu venjingar, tá skiparaskifti var sættu hvørja viku, meðan skiparin sjálvur segði, at teir høvdu havt tvær stórar venjingar í januar og mai í fjør umframt nakrar smærri venjingar. Hann segði, at hann afturat hesum ofta legði stýrimonnunum eina við at kunna fólkið um trygdarfyriskipanirnar, og hvar øll trygdarúrtgerðin er umborð.

Ósamsvar var eisini millum frágreiðingarnar á fleiri øðrum økjum, til dømis um, hvussu nógvir mans plaga ella eiga at vera til staðar við garnapavnin, tá sett verður. Dekkarin Mudasia segði, at teir oftast eru fýra, men av tí, at teir høvdu fiskað væl og tískil nógv var at gera reint, hevði Saefudin gjørt av, at teir bert skuldu vera tríggir um arbeiðið. Fyrsti stýrimaður segði júst tað øvugta, at tað bert vóru brúk fyri tveimum monnum við garnapavnin, tá sett varð, men at teir høvdu verið tríggir, tí teir høvdu fingið so lítið, at lítið annað var at gera hjá monnunum. Men sama um teir vóru tveir, tríggir ella fýra, skuldu teir sambært skiparanum ikki nortið gørnini, meðan sett varð, um teir høvdu aktað hansara boð.

Eisini vóru ymiskar frágreiðingar um, í hvønn mun menninir skulu brúka hjálm og bjargingarvest.

Við hjálp frá Brimli varð leitað eftir Saefudin í tvey samdøgur uttan úrslit. Einasti farvegur eftir honum var ein gummistyvli, ið var sæddur á sjónum stutt eftir vanlukkuna.