![](/myndir/myndin-16596_r_705_0.jpg)
Skip til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna
Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verða fíggjaðar við granskingarkvotu.
Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota sambært § 61 í lógini um fyrisiting av sjófeingi í 2017, sí leinkju niðanfyri.
Freistin at søkja er fríggjadagin 8. juni 2018 við telduposti til hav@hav.fo
Les alla lýsingina her: http://www.hav.fo/PDF/Lysing_makrelkanningar2018_DC.pdf