
Skimmari til verka í Vágsbotni
Herfyri setti Tórshavnar kommuna eitt tól upp at reinsa innast í Vágsbotni. Talan er um ein "skimmara" frá føroyska felagnum Green IQ, sum hevur heimstað í Kollafirði.
Skimmarin reinsar yvirflatuna á sjónum fyri olju og aðra óhumsku. Hann hevur verið royndur eina tíð og staðfest er, at skipanin riggar væl.
Óhumskan, sum kemur í skimmaran, verður pumpað niðan í frárenningina, sum kemur kemur út í Sersjantavíkini Yviri við Strond.
Bátaeigarar og onnur fegnast um, at innasti parturin av Vágsbotni nú helst verður munandi nossligari.
Á Facebook-síðuni niðanfyri er ein video, sum vísir, hvussu skimmarin arbeiðir: