Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skilaorð frá løgmanni

Tað kemur fyri, at stjórnmálamenn okkara siga nakað skilagott. Ein slíkur dagur var týsdagurin tann 20. august 2013.

Kringvarpið hevði fingið løgmann Kaj Leo Holm Johannesen at siga hví hann helt, at vit skuldu gera tunnil niðan sjóvar millum Streymoynna og Sandoynna. Kringvarpið hevði frá øðrum fingið at vita, at hesin tunnil ikki fór at loysa seg, og at tað kom at hava skaðiligar avleiðingar.

Svarið hjá Kaj Leo var, at íløgur í infrakervið skuldu metast í einum størri høpi. Hann segði, at vit skuldu líta at rakstrarútreiðslunum og effektivitetin av okkara núverani samferðslukervi, og hann helt, at vit við at gera íløgur nú kundu minka um kostnaðin av at reka samfelagið í komandi tíðum.

Hetta er fullkomuliga rætt.

Har ið vilji er, er eisini vegur, og tí er ljós fyri stavn.

Zakarias Wang