Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skilagott uppskot frá Poul!

Nýggja uppskotið hjá Framsókn er serliga dámligt, tí tað byrjar við at staðfesta, at endamálið hjá almenna tunnilsfelagnum er “at gera tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð og hartil hoyrandi íbindingarvegir til landsvegakervið”, sigur Heðin Mortensen um tunnilsloysnina hjá Framsókn:

Tórshavnar býráð hevur sum soleiðis ongantíð tikið støðu til, annðhvørt vit skulu hava eina almenna ella privata tunnilsloysn undir Tanga- og Skálafirði. Men vit hava fleiri ferðir staðfest, at Tórshavnar kommuna og kommunurnar í Eysturoynni hava fullan góðkenningarmyndugleika í sambandi við tunnilsgerðina. Tær skulu góðkenna tunnilsætlanina og Tórshavnar kommuna hevur fullan førleika til at taka øll neyðug atlit til verkætlanina.

Í tí almennu viðgerðini av tunnlinum er ongantíð eitt orð nevnt um at halda kommununar við endarnar av tunnlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja framkomiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er ein mansaldur gomul.

Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum inn í høvuðsstaðin mugu og skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugtgjørdir. Og tí er tað rættiliga hugaligt at lesa uppskotið hjá Framsókn, tí uttan mun til, hvør stendur fyri verkætlanini, so mugu og skulu íbindingarvegirnir verða partur av verkætlanini.

Javnaðarloysnin

Tær útrokningar, sum eru lagdar við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum vísa greitt, at almenna loysnin er ein munandi betri íløga fyri samfelagið Føroyar. Tann føroyska almenna loysnin hevur - um tølini bara halda nøkurlunda - ógvuliga stórar fyrimunir í mun til privatu ætlanina:

- Vinnulívið og vanligi brúkarin av Skálafjarðatunlinum koma at gjalda 1/3 minni, fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.

- Føroyar fáa tveir tunlar fyri ein, og binda størri partar av landinum saman.

- Landið missir ikki ræðisrættin yvir einum sentralum parti av okkara vegakervi í upptil 50 ár.

- Tunlarnir verða bygdir eftir leisti, sum vit longu hava sera góðar royndir við, og fylgja fíggjarliga einari fult forsvarligari gongd.

- Størri møguleiki verður fyri, at tryggja føroyskum fyritøkum og føroyskari arbeiðsmegi luttøku í byggiarbeiðinum.

- Landsstýrismaðurin fær heimild at stovna partafelagið alt fyri eitt, og kann borurin tí setast í Skálafjarðatunnilin longu í 2014.

Við leistinum hjá Javnaðarflokkinum ber til at tryggja brúkararunum av Skálafjarðatunlinum bíligari prísir, fast samband til Sandoynna, binda størri part av landinum tættari saman, og spara landskassanum og harvið skattgjaldararunum stórar upphæddir. Talan er tí um greiða vinn-vinn støðu fyri brúkararnar, vinnuna og samfelagið Føroyar.

Uppskotið hjá Poul

Mær dámar væl nýggja uppskotið hjá Framsókn, tí tað byrjar við at staðfesta, at endamálið hjá almenna tunnilsfelagnum er “at gera tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð og hartil hoyrandi íbindingarvegir til landsvegakervið”. Í hesum uppskotinum er annars ætlanin at nýta sama leist, sum verður nýttur í sambandi við fasta sambandið um Vestmannasund (P/F Vágatunnilin) og Lorvíksfjørð (P/F Norðoyartunnilin).

Í uppskotinum verður sagt, at eysturoyartunnilin er tann innanoyggja samferðsluíløgan, ið sum heild hevur allar størsta nyttuvirðið fyri Føroyar. Hon bindur saman fólkaríkastu økini í Føroyum og fer tí at skapa møguleikar fyri størri samstarvi, skapa betri kappingarføri mótvegis umheiminum og eggja til effektiviseringum innan privata og almenna geiran. Hetta er ein búskaparliga skilagóð íløga.

Eitt annað skilagott í hesum uppskoti er, at verkætlanin longu er klár at bjóða út í 2015 og tunnilsgerðin bara varar 3 til 4 ár, so at tunnilin verður tikin í nýtslu longu í 2018. Skilagott er eisini, at ætlanin tryggjar, at farið verður undir verkætlanin beinanvegin, verkætlanin er munandi bíligari, gevur føroyskum myndugleikum ræðisrætt á allari ætlanini og tryggjar, at virksemi og avkast fara í ringrás í føroyska búskapinum.

Í aðrar mátar tykist einasti munur millum hetta uppskot og tað hjá Javnaðarflokkinum vera, at hetta uppskotið bara snýr seg um tunnil undir Tanga- og Skálafjørð.

Í tráð við ynski kommununar

Tað vóru tvey ting sum gjørdu, at privata loysnin gjørdist ónýtilig. Tað fyrra var, at landsstýrismaðurin ætlaði sær at taka ræðið av kommununum, soleiðis at landsstýrismaðurin við kunngerð fekk fullan góðkenningarmyndugleika av ætlanini. Hetta er ódemokratiskt og óhoyrt.

Í øðrum lagi hevði úrslitið av at ræðisrætturin varð tikin frá kommununum verðið, at innkomuvegirnir ikki vórðu gjørdir, fyrrenn eftir at tunnilin varð gjørdur – og øll rokningin ivaleyst send kommununum.

Við omanfyri nevndu uppskotunum bendir tó á, at til ber at gera innkomuvegirnar til ein part av verkætlanini, so teir verða gjørdir samstundis, umframt at øll ætlanin verður framskundað fleiri ár. Hetta er í tráð við okkara ynski.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri