
Skilagott at víðka húsalánsgrunnin
Bústaðarmarknaðurin í Føroyum er alt ov eintáttaður og príslegan er eisini sera høg í stóru plássunum. Við at gera broytingar í húsalánsgrunninum, og við at fáa lóg um lutaíbúð ígjøgnum løgtingið, so eru vit komin eitt stig nærri til fjølbroytta bústaðarmarknaðin, sum stórur tørvur er á.
Bústaðarpakkin má setast í verk beinanvegin, soleiðis at fólkið fær fleiri møguleikar at seta búgv. Verður avbjóðingin við føroyska bústaðarmarknaðinum loyst á góðan hátt, hvørvur hópurin av núverandi og framtíðar sosialum trupulleikum.
Tað er í dag somikið dýrt bæði at leiga og at seta búgv, at nógvar familjur hava ilt við at fáa endarnar at røkka í gerandisdegnum. Talan er ikki einans um nøkur fá láglønt fólk, lesandi ella arbeiðsleys, men um hópin av (barna)familjum,sum eisini hava rímiliga góðar inntøkur.
Uppskotið um húsalánsgrunn er eitt stig á leiðini rætta vegin.