Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeytið um økið Undir Kongavarða undirskrivað

- Hetta kemur veruliga at gera mun í stóra eftirspurninginum eftir grundøkjum. Og nú brúgvin um Sandá og vegagerðin skjótt verður liðug, so er sambandið út á Argjahamar munandi broytt og betrað, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.

Tórshavnar býráð samtykti 18. september 2014 keypið av øllum óbygda økinum undir Kongavarða. Samráðingar hava verið millum búgvið og Tórshavnar kommunu um at yvirtaka óbygdu ognirnar undir Kongavarða úr trotabúnum hjá Sp/f Valbjørn Dalsgarð.

Byggingin steðgaði upp, tá ið Sp/f Valbjørn Dalsgarð fór á húsagang, og bæði kommunan og Eik hava víst áhuga fyri, at kommunan yvirtekur óbygda lendið við atliti til at byggja í økinum. Fríggjadagin varð skeytið so endaliga undirskrivað, soleiðis at kommunan endaliga hevur keypt økið úr búnum eftir Valbjørn Dalsgarð.

69 búeindir eru bygdar í 1. byggistigi undir Kongavarða. Upprunaliga var ætlanin at byggja 276 búeindir í øllum økinum, og á økinum, sum kommunan nú hevur yvirtikið, var ætlanin at byggja 199 búeindir: 4 íbúðarblokkar við íalt 36 íbúðum, 124 raðhús í tveimum hæddum á 73,5 m² og 39 raðhús í trimum hæddum á 73,5 m².

Ein partur av økinum skal leggjast út sum vanlig grundstykki, soleiðis at tilboðini verða so fjølbroytt sum yvirhøvur møguligt. Hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin. Við í ætlanini er eisini ein handilsmiðsstøð, sum eisini farið verður undir beinanvegin, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í viðmerking.