Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skermtilig søgusigan og meistarligt Blues

Tim Lothar & Peter Nande eru útlendska íkastið á Blues Perluni í ár. Teirra framførsla verður lýst sum skemtilig søgusigan og meistarligt blues, spælt við hjarta og hegni. 

Tónleikaliga leiðin hjá Tim Lothar er ein rannsóknarferð í bygdablues úr Mississippi og Piedmont. Hann syngur, spælir gittar og resonator gittar, meðan hann spælir trummir og hi-hat við fótunum. Serliga er hása røddin hjá Lothar eyðkend. 

Peter Nande hevur somuleiðis eitt hjarta, ið bukar fyri country blues, men hann gevur eisini framførsluni eitt lívligt bland av prewar »juke joint« blues og boogie. 

Nande er sangari, ið kemur út um pallkantin, og spælir væl á munnharpuna, í hesum bólkinum spælir hann eisini á gýðingarharpu, jug, skeiðir, vaskibaljubass og ásláttur. 

Hesir báðir úrmælingarnir settir saman er eitt sannførandi bland av bluesi, við einum løttum dámi. Hetta er stuttligt, hjartaligt og fult a spæligleði, skemti, improvisatión og meistarligum hegni.

Les meira