Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeivur boðskapur úr heilsuverkinum

Í vikuni kom ein heldur gruggutur boðskapur frá sjúkrahússtjóranum. Hann heldur, at gomul fólk, sum eru liðugt viðgjørd á Landssjúkrahúsinum, nú skulu gjalda úr egnum lumma fyri framhaldandi at kunna liggja á Landssjúkrahúsinum.

Smartur?

Eg veit ikki, um sjúkrahússtjórin vil vera smartur, ella um hann bara er óumhugsin. Um hann vil vera smartur og fáa øll upp úr stólinum, hevur tann parturin uttan iva eydnast. Men um hann hugsaði seg um, hevði hann sagt sum var: almannaverkið og kommunurnar eiga trupulleikan, og hagar skal rokningin sendast, um talan yvirhøvur gerst um rokning.

Ongin heimild

Undir øllum umstøðum kunnu hvørki landsstýrismaðurin ella sjúkrahússtjórin leggja slík gjøld á, tí heimild er ikki fyri hesum í sjúkrahúslógini. Heimildin fyri egingjøldum viðvíkir bert psykiatriskum sjúklingum, sum eru liðugt viðgjørdir. §5, stk. 6 í sjúkrahúslógini sigur, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri uppihald á Psykiatriska depli fyri persónar, ið eru liðugt viðgjørdir og fáa pensjón. Gjaldið kann tó í mesta lagi verða tað, sum búfólk á sambýlum, góðkend sambært § 32, stk. 2 í forsorgarlógini, rinda. Hetta er enntá ein nýggj broyting, sum varð kunngjørd 18 dagar fyri seinasta løgtingsval, tá Axel Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, var landsstýrismaður í heilsumálum.

Tí er onki lógargrundarlag fyri tí, sum sjúkrahússtjórin roynir at fremja. Og tí má hann í Løgtingið við málinum. Og tí fær hann ikki undirtøku fyri at leggja brúkaragjøld á gomul fólk, sum frammanundan eru í teirri sera truplu støðu, at tey í veruleikanum eru heimleys, um tey verða útskrivað. Slíka óverduga kvøldarsól kunnu vit ikki lata seta yvir okkara gomlu, sum hava lagt lunnar undir ta yvirflóð av vælferð, sum vit í bestu árum dagliga njóta. Tað minsta, vit skylda teimum, er at taka hond um teirra lívskvøld og tryggja teimum virðiligar umstøður.

Kom við brúkiligum loysnum

Eg fari at mæla sjúkrahússtjóranum til ikki at koma við smartum loysnum, sum provokera politiska myndugleikan óneyðuga nógv. Tað er ikki okkara politikkur at krevja brúkaragjøld í sjúkrahúsverkinum, og tað eru ongar politiskar ætlanir um slíkt í hesi samgonguni. Tí má sjúkrahússtjórin vera munandi meiri jarðbundin, tá hann alment fer út við sínum boðskapi.

Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin