Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeiv gongd við eykajáttanum

Fíggjarlógin kann býtast sundur í 4 ymisk játtanarsløg – rakstrarjáttan, løgujáttan, lógarbundin játtan og stuðulsjáttan. Um játtanin á einari høvuðskontu ikki heldur, skulu landsstýrisfólk – umvegis landsstýrismannin í fíggjarmálum - søkja Løgtingið um eykajáttan. Løgtingið tekur síðan støðu til, um tey velja at játta hesum ella ikki.

Rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum heitir á landsstýrisfólk um, at hesar eykajáttanir eiga at verða útreiðsluneutralar, soleiðis at landsstýrisfólk mugu finna sparing á einum øki, um tey ynskja at halda eina eyka útreiðslu á øðrum øki. Tó skal sigast, at er talan um flyting av upphædd millum tvær undirkontur (t.v.s. tvær kontur á sama øki), so kann fyrisitingin flyta pening, uttan at biðja um loyvi frá Løgtinginum. Landsstýrisfólk hava ikki loyvi til at brúka pening, sum tey ikki hava fingið játtaðan frá Løgtingum, men Løgtingið kann sjálvsagt játta eyka pening, um tað ynskir tað, eisini um eykajáttanin ikki er útreiðsluneutral.

Í rundskrivinum heitir Fíggjarmálaráðið somuleiðis á landsstýrisfólk um, at eykajáttanir ikki skulu flytast millum játtanarsløg. Hetta hevur við sær, at um eitt ráð eitt ár hevur minni útreiðslur av einari lógarbundnari játtan – eitt nú um dagpeningaskipanin hevur goldið minni út enn játtað, kanska tí, at færri fólk hava verið sjúk, so merkir tað ikki, at landsstýrismaðurin kann gera aðrar raðfestingar og seta onnur tiltøk í verk á heilt øðrum øki – tí haldi eg, at hetta rundskriv er gott fyri stýringina av útreiðslum landsins.

Síðstu árini hevur Fíggjarmálaráðið sjálvt brotið rundskrivið, við tað, at tey í fleiri førum eru komin við umbønum um eykajáttanir, har pengar verða fluttir millum játtanarsløg –m.a. hava vit sæð hægri rakstur við flytingum bæði frá løgujáttanum og lógarbundnum játtanum. Hendan skeiva gongdin hevur eisini við sær, at landsstýrisfólk verða løgd undir at yvirbudgettera í lógarbundnu játtanunum, soleiðis at avlopið kann brúkast til nýggjar útreiðslur. Við hesi grundgeving broytti fíggjarnevndin í fjør fleiri av teimum metingum, sum aðalráðini komu við til tær lógarbundnu játtanirnar – samstundis sum fíggjarnevndin gjørdi nakrar nýggjar raðfestingar og økti harvið rakstrarúreiðslur landsins. Men nú tað líður út á árið, vísir tað seg, at fleiri av lækkingunum hjá fíggjarnevndini vísa seg at verða ov ógvusligar, og av tí at talan er um lógarbundnar játtanir, má Løgtingið samtykkja hesar eykajáttanir.

Eg haldi, at loysnin uppá hendan trupulleikan er, at Løgtingið ger landsstýrisfólkum púra greitt, at vit ikki koma at góðtaka eykajáttanir, har útreiðsluneutraliteturin verður bygdur á flytan millum játtanarsløg. Vísir tað seg, at ein lógarbundin játtan vantar pening, so verður eykajáttan givin til hetta, og vísir tað seg, at peningur leypur av fyri eina lógarbundnað játtan, so kemur hetta avlopið landskassanum til góðar. Haldi, at hetta vil verða við til at halda landsins útreiðslum niðri, og harvið fáa okkum skjótari til tíðina, har vit aftur kunnu byrja at minka um landskassaskuldina.

Reimund Langgaard

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og løgtingsgrannskoðari