Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeiv adressa Sakaris

Sakaris Zachariasen, ið stillar upp móti undirritaða til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag, leggur eftir mær í lesarabrævir í miðlunum, har hann ikki sparir upp á rununa, hann blakar eftir mær. Eg fái skyldina fyri alt ilt, ið hent er fiskimanninum seinastu árini. Greinin er briksl úr einum enda í annan, og meginparturin er annaðhvørt ósatt grundleyst møsn ella gamalt vín, ið ikki ein gongd er latið í nýggjar fløskur.

Tí kenni eg meg noyddan at svara aftur.

Lat meg tó fyrst taka í egnan barm og geva Sakarisi púra rætt í, at tað líkist svartasta ongum, at formansfrágreiðingin ikki beinanvegin varð løgd út á heimasíðuna eftir landsfundin 28. desember. Gáloysni frá mínari síðu var orsøk til hetta mistak, sum eg hervið biði um umbering fyri. Frágreiðingin er løgd út á heimasíðuna nú.

Men annars havi eg ilt við at kenna meg aftur í restini av øllum ákærunum, sjálvt um eg sjálvandi eri greiður yvir, at mangt kundi og kann gerast betri av mær.

Eitt tað fyrsta uppáhaldið hjá Sakarisi er, at Føroya Fiskimannafelag er um at fara sundur í seymingini undir verandi leiðslu. Hetta skal ein stjórnarlimur hava sagt. Til hetta er at siga, at ein og bara ein stjórnarlimur av sjey hevur sagt, at hann ætlar at stuðla einum øðrum kandidati enn mær til formansvalið. Og tað er ikki Sakarisi, hann ætlar at stuðla, men Grími Hammer. Alt gott um tað, tað er als ikki óvanligt við kapping um formanssessin og bara sunt fyri kjakið og demokratiið, at fleiri bjóða seg fram.

Men eg havi onga ábending fingið um, at hinir seks stjórnarlimirnir ikki bakka meg upp. Tvørturímóti hava vit havt eitt framúr gott samstarv, síðani sitandi nevnd tók við.

Eisini hevur Sakaris ilt av, at eri og havi verið hvassorðaður móti teimum, ið gera fiskimanninum órætt. Kanska ikki so løgið, at Sakaris finst at hesum, tí higartil hevur hann mest breggjað sær av, at so nogvir skiparar og reiðarar hava fegnast um hansara uppstilling.

Men at Sakaris ikki dugir at virðismeta stóra týdningin av dóminum, sum landsrætturin segði í sakarmálinum móti Faroe Fish II, vísir sanniliga eisini vantandi evnir at skyna á, hvat hevur týdning hjá einum fakfelag, og hvat hevur minni týdning.

Sakaris speirekur her við, at vit máttu í rættin fyri at spyrja donsku rættarskipanina um okkara rætt sum fakfelag.

Her kann eg bara forklára Sakarisi, ið ætlar sær at vera formaður, at um vit ikki fóru allan vegin í landsrættin við hesum málinum, so hevði Føroya Fiskimannafelag tigandi tikið undir við, at tað er gaman í, at reiðarar gera avtalur við einstakar manningar uttan um felagið. Avtalur, sum eru verri fyri manningarnar, enn tað, sum sáttmálin tryggjar.

Eg helt, at hetta var alt annað enn gaman í. Tí brúktu vit allar kreftir upp á hetta málið og vunnu.

Sakaris finst generelt at, at Føroya Fiskimannafelag førir so nógv mál. Eg spyrji meg sjálvan, hvat hann heldur, at høvuðsuppgávan hjá einum fakfelag er. Tá vit halda, at sáttmálin er brotin, men reiðarin heldur nakað annað, so má rætturin tala. Ella heldur Sakaris, at frægari er bara at lúta fyri reiðarunum, hvørja ferð, sáttmálin verður traðakaður undir fótum?

Tað haldi eg ikki. Higartil hevur vanliga rættaskipanin verið einasti møguleikin í trætumálum, men Føroya Fiskimannafelag er nú vorðið limur í fasta gerðarrættinum, so nú fer at bera til at fáa flestu málini avgjørd har.

Sakaris sigur, at hetta við at koyra mál í rættin skal steðga – ongantíð ov skjótt. So vita vit tað. Hetta mugu vera gleðiboð at lesa hjá reiðarunum, ið munnu vænta sær gamlar dagar aftur, um Sakaris vinnur formansvalið.

Tað løgna í øllum hesum er, at samstundis sum Sakaris finst at øllum sakarmálunum og at tí, at eg kann vera hvassorðaður, so sigur hann, at Fiskimannafelagið er viknað undir mínari leiðslu, og sigur, at eg ikki megni at knalla nevan í borðið. Eg tók ikki alt, sum er gjørt, við í formansfrágreiðingina, og eg tók heldur ikki alt við, sum ætlanir eru um at gera. Tað var kanska skeivt, og tað er í lagi, at Sakaris finst at hesum.

Men tað er rættiliga bíligt av honum at brúka hetta til at pástanda, at eg ongar ætlanir og visjónir havi.

Ein orsøk til, at eg ikki tók so nógvar framtíðarætlanir við í formansfrágreiðingina, var, at eg ikki vildi hava skotið í skógvarnar, at eg bara brúkti formansfrágreiðingina til at føra valstríð.

Men um Sakaris hevur fylgt eitt lítið sindur við, so havi eg bæði í talu og skrift gjørt greitt, at vit ætla í hernað við fleiri stórmál í næstum. Nøkur teirra eru høvuðsmál í komandi sáttmálasamráðingum. Alt hetta eigur Sakaris at vita, um hann bara fylgir nøkunlunda við í almenna kjakinum.

Nú setir hann seg sjálvan sum garant fyri at loysa mál, ið eg fyri langari tíð síðani havi boðað frá hava mína hægstu raðfesting. Tað er tekin um, at Sakaris sum formanskandidatur onki nýtt hevur at bjóða.

At oljan verður eitt høvuðsmál í sáttmálasamráðingunum, boðaði eg frá fyri fleiri mánaðum síðani. Tað var ein feilur, at Fiskimannafelagið góðtók, at ein partur av oljuútreiðslunum skuldi takast av óbýttum. Henda feil vilja vit rætta aftur, og eg havi góðar vónir um, at tað fer at bera til, tí reiðararnir hava sjálvir gjørt avtaluna ómøguliga at hondhevja.

Og eg havi eisini langt síðani boðað frá, at vit vilja hava gjaldið fyri línu burtur aftur.

Kostnaðarstøðið og trupulleikin við dupultum húsarhaldi havi eg eisini nevnt í fleiri førum áður. Millum annað vil eg sleppa fiskimonnunum undan at rinda fyri internet og parabolsjónvarp, tí hesir hentleikar eru eins sjálvsagdir og rennandi vatn í dag, og eisini fiskimenn hava krav upp á at kunna fylgja við í tí, sum hendir í samfelagnum og heiminum uttan um teir uttan at skula gjalda í dýrar dómar fyri tað.

Eisini fara vit at stríðast fyri at fáa reiðarin at rinda fyri dýru arbeiðsklæðini/oljuklæðini.

Eg haldi ikki, eg tími at gera so nógvar viðmerkingar til inntøkutrygdina og tey almennu gjøldini, sum Sakaris gevur mær skyldina fyri, at fiskimenn nú skulu rinda fyri. Vit hava ikki havt nakran møguleika einsamallir at forða fyri hesum, men har vit hava kunnað ávirka, hava vit eisini gjørt tað.

Og trupulleikin við útlendskari arbeiðsmegi er beinleiðis nevndur í formansfrágreiðingini. Annars kundi Sakaris við bara at fylgja nøkunlunda við havt kunnað seg um, at eg síggi júst trupulleikan við útlendskari arbeiðsmegi sum eitt hitt størsta álvarsmálið, ið Føroya Fiskimannafelag hevur at berjast við í løtuni.

Men eg veit ikki, hvussu Sakaris ætlar at gera nakað við henda trupulleikan, nú hann hevur sæð seg illan á alla sakførarastættina og ikki ætlar sær í rættin við nøkrum reiðara.

Sakaris ber eisini fram, sum um tað var eitt stórt nýbrot frá hansara síðu, at hann ætlar at betra tryggingarnar, sum vit hava við danska tryggingarfelagið ALKA. Tað er ótrúligt, at hann her roynir at mála ta mynd, at her liggur nakað á láni, sum hann kann gera nógv betri. Sakaris sat sjálvur á landsfundinum og lýddi á, tá stórkundastjórin hjá ALKA á landsfundinum greiddi frá, at limirnir í Føroya Fiskimannafelag frá 1. Januar 2013 hava ta bestu tryggingaravtaluna, sum nakað fakfelag hevur í ALKA, og tá kann eg upplýsa, at meginparturin av feløgunum á privata danska arbeiðsmarknaðinum hava teirra tryggingar hjá ALKA.

Nú á nýggjárinum fór okkara nýggja vanlukkutrygging í gildi hjá ALKA afturat hinum tryggingaravtalunum, uttan at limirnir skulu gjalda eitt oyra meira í tyggingargjaldi.

Samanumtikið, so finni eg onga nýggja ætlan ella hugsan í greinini hjá Sakarisi, sum Føroya Fiskimannafelag ikki frammanundan longu hevur hugsað ella longu er farið í holtur við at fremja í verki.

So um vaktarskifti er so neyðugt á Bryggjubakka, sum Sakaris vil vera við, so má hann grundgeva væl betri fyri, hví hann í so fall er besta boðið upp á ein nýggjan formann.

Eg vil bara endurtaka tað, eg havi sagt áður, at verði eg afturvaldur, so fari eg at stríðast sum úlvur á skóg fyri at betra korini hjá øllum limum í Føroya Fiskimannafelag og verja tey rættindi, vit longu hava. Mín partur skal so ikki liggja eftir, og verður tað framhaldandi neyðugt at fara í rættin við reiðarum, so verður heldur ikki fýrt fyri tí í framtíðini.

Gott nýggjár.

Jan Højgaard

Formaður í Føroya Fiskimannafelag