Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeið um Ítrótt, venjing og skaðar

Skeiðið verður 27 og 28 apríl 2012 í ÍSF-húsinum í Havn. Fríggjakvøldið 27 apríl kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin 28 apríl kl. 09.00 til 17.00

Innihald

Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir, ítróttarskaðar, trygd og ábyrgd.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at taka framhaldsskeið. Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.

Undirvísari er Ulrik Balle.

Málbólkur

Venjarar, hjálparfólk, leiðarar og ítróttarfólk.

Hvat fært tú burturúr

Á skeiðnum fært tú vitan , hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Eisini fært tú vitan um, hvussu ein stórur partur av ítróttarskaðum kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Luttakararnir læra eisini at gera eina rætta RICE-viðgerð.

Luttøkukrav:

Krav er at luttarkarirnir hava luttikið á skeiðnum “Ítróttur fyri børn og ung”

Luttøkugjald

Kostnaðurin fyri skeiðið er 400 kr. Íroknað er frálærutilfar og mat.

Tilmelding:

Tilmelding er neyðug og seinasta freist at melda til skeiðið er mikudagin 30 mars 2012 á skrivstovan@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 280706. Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo ella á tlf.: 280706. Pláss er fyri 24 luttakarum