Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeið um andaliga og kynsliga misnýtslu

Síðst í februar kemur eysturíska Karin Roth til Føroya at halda skeið um andaliga og kynsliga misnýtslu. Avleiðingarnar av andaligari og kynsligari misnýtslu eru viðkvom evni, sum tað er neyðugt at ansa serliga væl eftir.

Tíðindaskriv:

Fyri at fyribyrgja andaliga og kynsliga misnýtslu er tað líka umráðandi at umhugsa og viðgera hesi evni opið og erliga, sum tað er at hava greið mørk.

Skeiðið gevur luttakararunum møguleika at arbeiða saman um evnini andalig og kynslig misnýtsla, og vísir vegin til ein konstruktivan máta at handfara hesar trupulleikar.

Vit ynskja at vísa á tað neyðuga í at vera varugur og tilvitaður um hvussu misnýtsla virkar. Um vit ansa eftir at hyggja at og uppdaga hesar mekanismur, so fáa vit møguleikan at arbeiða fyribyrgjandi.

Evni:

- Ymiskar síður av makt

- Hvussu handfara makt

- Disfunktionellar skipanir/funktionellar skipanir

- Misnýtsla – eyðkenni

- Stuðul til tey, sum eru rakt av kynsligari ella andaligari misnýtslu

Karin Roth er leiðari fyri einari klagu- og hoyringsnevnd í sambandi við kynsliga misnýtslu og harðskap innan katólsku kirkjuna í Salsburg í Eysturríki. Eisini er hon samskipari hjá Insight International and Insight Focused Therapy í Evropa. Hon er gift og eigur fýra børn.

Stað: Byrgisheyggur 15, Lamba

Hilda Viderø

Supervisor/Fam/terapeut

Tlf. 216785

T-postur: grugvan@gmail.com

Heimasíða: www.grugvan.com