
TUNNILSEFTIRLIT: Saman við Landsverki skipa partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar fyri skeiði í tunnilseftirliti, har serkøn fólk fara at undirvísa.
Í døgunum 12.-14. september skipa Eystur- og Sandoyartunlar saman við Landsverki fyri skeiði í tunnilseftirliti, sum verður hildið á Hotel Hafnia. Talan er um eitt skeið, sum ikki bert vendir sær til eftirlit við undirsjóvartunlum, men við øllum sløgum av ferðslutunlum.
Undirvísarar vera Martin Heinesen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, Eivind Grøv, professari og granskari, og Kirstin Hilde Holmøy, PhD og granskari, bæði frá SINTEF, og Jan Erik Hoel, Novapoint Bru, Tunnel og Armering, Vianova Systems.
Skeiðið í tunnilseftirliti verður kravt, tá eftirlit skal gerast í sambandi við nýgerð og viðlíkahald av tunlum.
Tveir teir fyrstu dagarnar verður undirvíst í jarðfrøði, serliga í sambandi við gerð av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum, um spreingiarbeiði, eftirlit við tunnilsveggum og lofti (jarðfrøði), og um kanningar og trygging av einum tunli. Hesir dagar enda við, at luttakararnir fara í ein tunnil at royna tunnilseftirlitið í praksis.
Seinasta dagin á skeiðinum verður burturav undirvíst í NovaPoint Tunnel, sum er ein telduskipan til tunnilseftirlit.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 4.995 krónur uttan mvg. Freistin fyri tilmeldingina, sum er bindandi, er hósdagin 25. august 2016.