Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skatturin niður í 2013 – fíggjarligt frælsi til borgaran

Tað er nakað, sum longu nú bendir á, at tað verður hugaligari at verða borgari í Tórshavnar Kommunu í 2013. Kommunuskatturin verður ætlandi lækkaður úr 20,75% niður í 20,25%. Barnafrádrátturin verður ætlandi hækkaður úr kr. 5.500 og upp í kr. 8.000. Hesar ætlanir eru væl í tráð við tey ynski, sum eg persónliga í Býráðum havi víst á seinastu mánaðirnar.

Men eitt ½ skattaprosent er ikki nóg mikið – skatturin skal skal niður við 1%.

Tað varð lovað øllum skattgjaldarum í Tórshavnar Kommunu, at skatturin skuldi niður við 1%, tá Boðanesheimið varð liðugt. Allir skattgjaldarar hava goldið íløguna í heimið og øll skulu fáa lættan – alt annað er lyftisbrot.

Visti tú, hvat 1% merkir fyri tína inntøku:

Eini hjún, har annar hjúnaðafelagin hevur hesa ársinntøku             kr. 280.000

Hin hjúnaðafelagin hevur hesa ársinntøku                                       kr. 265.000

Tá botnfrádrádrátturin verður drigin frá hevur familjan 4.850 kr. meira at liva fyri árliga.

Ein stakur persónur, sum hevur eina ársinntøku á 280.000 kr. fær 2.500 kr. meira at liva fyri árliga.** Øll eiga at fáa tað lovaða skattaprosentið aftur – alt annað er lyftisbrot.

Tú velur? Eg veit hvat eg hevði valt!

Annfinn Brekkstein

Valevnið Sambandsfloksins - Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu