Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skatting við inngjaldi: Kommunurnar fara at fáa minni inntøkur

Til ta tíð eru uttan iva fleiri broytingar gjørdar í uppgávubýtinum og inntøkubýtinum millum landið og kommunurnar, og í tí sambandi verður hesin inntøkumissur sjálvandi havdur í huga soleiðis, at fíggjarligu byrðarnar, sum lagdar verða á kommunurnar, verða minni enn tær annars vildu verið um kommunurnar framhaldandi fingu sín fulla part av skattinum á arbeiðsmarknaðarpensjónum, sigur Jørgen Niclasen, m.a. í svari til fyrispurning í løgtinginum í gjár..

Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurí fíggjarmálum:

TAKS kann ikki svara fyri, um allir peningastovnar, øll pensjónsfeløg og allir arbeiðsgevarar, hvør í sínum lagi, eru klár at umsita lógina um skatting av pensjón við inngjald.

TAKS kann staðfesta, at skipanin virkar sum ætlað, tí eftirlønir verða fluttar gjøgnum afturhaldsskipanina, bæði til persónligar eftirlønarkontur í peningastovnunum, og eisini á samlikontunar hjá ymsu eftirlønargrunnunum.

Landsstýrið arbeiðir víðari við uppskotinum til pensjónsnýskipan, og í hesum sambandi skal støða takast til allar spurningar og øll ivamál viðvíkjandi pensjónum. Eisini spurningurin viðvíkjandi tænastumonnum og øðrum serligum bólkum verður umrøddur. Men ikki ber til hjá mær at siga nakað ítøkiligt um hetta enn, tí ongin avgerð er tikin um hetta.

Sum sagt, verður arbeitt við pensjónsnýskipan. Hendan gongur í stuttum út uppá, at fólk sjálvi spara upp til eftirløn, sum síðani verður mótroknað í fólkapensjónini. Um ongin mótrokning verður, so er óneyðugt við pensjónsnýskipan, tí so sparir landskassin onki. So eftirløn – bæði skattað og óskattað – verður allarhelst mótroknað. Men, hvussu hesar inntøkur ítøkiliga skulu handfarast er ikki avgjørt enn.

Sambært skattauppgerðini fyri 2010, sum er seinasta árið, ið er endaliga uppgjørt, høvdu 1.367 føroyskir skattgjaldarar inntøku frá útlendskum arbeiðsgevarum. Hvørt hesir rinda eftirløn til útlendsk eftirlønarfeløg hevur TAKS ikki ítøkiligar upplýsingar um. Teir persónar, sum gjalda eftirløn til útlendsk eftirlønarfeløg skulu á sjálvuppgávuni 2012 geva upplýsingar um hetta. Annars fremur TAKS vanligt eftirlit við skattaálíkningini, herundir um skattur verður goldin av inngjaldi til útlendsk eftirlønarfeløg.

Eftir tí Norðurlendsku skattaavtaluni kann ein eftirløn skattast í báðum londunum. Keldulandið, t.v.s. landið har eftirlønin er stovnað, skattar fyrst síðani bústaðarlandið. Fyri at sleppa undan tvískatting skal bústaðarlandið taka hædd fyri skattinum, sum longu er goldin í keldulandinum, t.v.s. útroknaði skatturin í bústaðarlandinum skal lækkast við skattinum, sum er goldin í keldulandinum.

Norðurlendski sáttmálin, tryggjar, at skattur ikki verður goldin við inngjald og útgjald, um ein føroyingur flytur til Ísland, Noreg, Svøríki ella Finnland.

Við atliti til Danmark er støðan øðrvísi, tí Føroyar hava gjørt eina bilaterala avtalu við Danmark sum víkir frá høvuðsregluni í norðurlendska sáttmálanum, sbr. protokolpunkt VII, stk. 1 til grein 18 í sáttmálanum. Avtalan sigur, at eftirlønir, lívrenta, almannaveitingar, uppihaldspeningur og aðrar samsvarandi veitingar, ið stava frá einum parti av ríkinum, og verða goldnar einum persóni, sum er heimahoyrandi í hinum partinum av ríkinum, bert kunnu verða skattaðar í seinna nevnda parti av ríkinum, t.v.s. í bústaðarlandinum.

TAKS hevur sent skattamálaráðnum ein ítøkiligan fyrispurning um pensjónsskattin við atliti til aftaluna millum Føroyar og Danmark, men TAKS hevur enn ikki fingið svar frá skattamálaráðnum.

Í sáttmálanum millum Føroyar og Grønland er ásett at bæði londini kunnu skatta eina eftirløn. Leisturin við linking er her tann sami sum í Norðurlendska Sáttmálanum við atliti til Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland. Í avtaluni við Stóra Bretland og Norður Írland er ásett, at bústarlandið hevur rætt til at skatta lívrentu, lutaeftirløn og líknandi eftirlønir. Stóra Bretland og Norður Írland upplýsti undir samráðingunum, at tey de facto ikku skattaðu eina eftirløn, sum var spard upp í sambandi við bústað uttanlands.

Í sáttmálanum við India er tað bert keldulandið sum hevur rætt til at skatta eftirlønir, og í sáttmálanum við Schweiz hevur keldulandið rætt til at skatta eina eftirløn, um keldulandið hevur givið frádrátt í sambandi við inngjald. Eftirløn, sum keldulandið hevur givið frádrátt fyri í sambandi við inngjald, verður ikki skattað í Schweiz.

Hinar skattaavtalurnar, sum Føroyar hava við onnur lond, fevna ikki eftirlønir.

Í sambandi við Pensjónsnýskipanina skal støða takast til hesar spurningar, og tí ber ikki til hjá mær at siga nakað endaligt um hesi viðurskifti enn.

Men tað er soleiðis, at næstan øll, sum hava danskt eftirlønarfelag, hava tað umvegis sítt fakfelag í Føroyum. Hesi koma sostatt at skifta felag sum ein bólkur og ikki sum einstaklingar. Her er tað uppgávan hjá fakfeløgunum at tryggja, at tryggingartreytirnar hjá eldru limunum ikki versna munandi. Talan er sostatt um ein samráðingarspurning og tí ber ikki til at siga frammanundan um talan verður um verri ella betri sømdir.

Fyrst vil eg staðfesta, at tað er soleiðis, at kommunurnar tey komandi nógvu árini fara at fáa hækkandi inntøkur av pensjónsútgjaldingum eftir gomlu skipanini.

Annars er at siga, at býtið millum land og kommunur er ikki nakað støðugt; tað er skiftandi, bæði viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum. At pensjónir nú verða skattaðar við inngjald, fer sjálvandi at hava við sær, at inntøkurnar hjá kommununum verða minni enn tær vildu verið um hildið varð áfram við at skatta við útgjald.. Men talan er um eina minking, sum ikki fer at merkjast stórvegis fyrr enn um nógv ár.

Til ta tíð eru uttan iva fleiri broytingar gjørdar í uppgávubýtinum og inntøkubýtinum millum landið og kommunurnar, og í tí sambandi verður hesin inntøkumissur sjálvandi havdur í huga soleiðis, at fíggjarligu byrðarnar, sum lagdar verða á kommunurnar, verða minni enn tær annars vildu verið um kommunurnar framhaldandi fingu sín fulla part av skattinum á arbeiðsmarknaðarpensjónum.

Tað vildi ikki verið rætt av mær, at greitt frá í smálutum, hvørji ynski fakfeløgini hava havt undir lønarsamráðingunum, tí samráðingarnar eru farnar fram fyri afturlatnum hurðum.

- Sambært samgonguskjalinum skal Pensjónsnýskipan setast í verk og er hetta arbeiði longu farið í gongd. Tað eru embætisfólk, sum arbeiða við uppskotinum, sigur landsstýrismaðurin at enda í svarinum.