Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skatting av tilfeingisrentu – eitt umráðandi roknistykki

Á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2013 hevur landsstýrið sett sær fyri, at fiski- og alivinnan skulu rinda tils. 120 mió kr. í tilfeingisskatti. Tó tykist tað sum man er byrjaður við úrslitinum, og síðani skal ein skipan gerast, sum gevur 120 mió kr. í kassan. Hetta heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera skeiv mannagongd.

Um vit byrja við útreiðslusíðuni á fíggjarlógini, er tað at fegnast um, at landsstýrið hevur sett sær fyri, at landshúsarhaldið komandi ár skal rekast fyri sama krónutal sum í ár. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir víst á tørvin at halda aftur á útreiðslusíðuni, og vónandi fer landsroknskapurin eisini at vísa, at landið hevur megnað at halda krónutalið óbroytt, tá landsroknskapurin fyri 2013 verður gjørdur upp.

Á inntøkusíðuni er hinvegin boðað frá, at landskassin í 2013 ætlar sær eina inntøku uppá 120 mió kr. í tilfeingisskatti frá fiski- og alivinnuni. Uppskotið er tó ikki liðugt greinað, og er tí ikki tikið við í fíggjarlógina, sum er løgd fram.

Tað er hugstoytt at síggja, at tað, sum vinnan hevur ávarað ímóti, nú tykist at gerast veruleiki. Nevniliga at tað verður hallið hjá landskassanum, sum kemur at avgera støddina á tilfeingisskattinum, og ikki hvussu nógv tilfeingið forrentar.

Tað er umráðandi, at grundarlagið undir ásetingini av einum møguligum tilfeingisskatti verður so neyvt, sum til ber. Um tað bara verður tikið støði í teimum góðu árunum, verður tilfeingisskatturin ov høgt settur. Vit mugu ikki gloyma, at tað í flestu tilfeingisvinnum gongur upp og niður, og eitt tilfeingisgjald má taka hædd fyri hesum, um nakar stabilitetur skal vera í vinnuni.

Harumframt hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag í vinnusjónarmiðunum frá í fjør, “Koyrið so á motorin” ført fram tað sjónarmið, at tað er umráðandi, at tað almenna fyrst skapar karmarnar fyri, at tað yvirhøvur er nøkur tilfeingisrenta at skatta. Tað nyttar ikki at taka støði í einum teoretiskum meirvinningi, eins og tað ikki ber til at royta ein skallutan, hóast hesin í teoriini kundi verið royttur, um hárið slapp at vaksa. Vit mugu fyrst umsita tilfeingið á ein hátt, so vinnan kastar sum mest av sær, og síðani kann man fara at hyggja uppá skatting av óvanliga stórum áhaldandi meirvinningi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur við hesum eisini áherðslu á, at eitt møguligt tilfeingisgjald má setast í verk á ein skipaðan hátt, soleiðis at vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til í longdini. Umráðandi er tí, at vinnan kemur at luttaka í arbeiðinum at tilevna eina tílíka skipan.

At áseta ein tilfeingisskatt krevur, at man hevur gjørt eitt roknistykki, sum vísir, at tað veruliga er tilfeingisrentan, sum verður skattað. Í hesum føri kann tað tó tykjast, sum øll roknistykki eru røtt, bara úrslitið verður 120 mió kr.