Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skattalætti skal ikki við í lønarsamráðingarnar

Dan Klein --- 06.05.2017 - 09:30

TEMA UM BÚSKAPARVØKSTUR: - Okkara limir hava ikki fingið part í tí stóra búskaparvøkstri, sum hevur verið. Vit halda, at tíðin er komin til, at eisini okkara limir fáa lut í vøkstrinum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
Í heyst fara fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið at samráðast um lønirnar næsta sáttmálaskeiðið. Í grein á heimasíðuni í gjár sigur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, at hon vónar, at fakfeløgini vísa hóvsemi og ikki krevja ov høga lønarhækking.
 
Í sama sambandi vísti hon á, at sitandi samgonga hevði framt átøk, sum bøttu um umstøðurnar hjá teimum lág- og miðalløntu. Millum annað vísti hon á skattalættan, hækkaðan barnafrádrátt og eitt ískoyti til barnafamiljur.
 
Hvør sítt
Hetta er at blanda viðurskifti saman, sum einki hava við hvørt annað at gera, heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
 
- Tá vit fara at samráðast í heyst, fara vit at samráðast um lønarviðurskifti og onnur viðurskifti í samband við sáttmálan. Vit fara ikki at tosa um skattaviðurskifti, tí tað er ikki okkara borð og tað skal heldur ikki vera okkara borð, sigur Súni Selfoss.
 
- Skattapolitikkur er komandi og farandi. Vit hava onga trygd fyri, at skattapolitikkurin ikki verður broyttur, tí kann tað vera stokkutur hiti, sum vit ikki kunnu dúva uppá. Avgerðirnar um skattligu viðurskiftini verða avgjørd í tinginum av teimum 33 fólkavaldu og hetta er nakað vit ikki á nakran hátt hava ávirkan á.
 
Formaðurin er ikki sinnaður til at almannakunngerða uppleggið til samráðingarnar, men sigur tó, at tað kemur eitt lønarkrav. Og at hann heldur, at hansara limir hava krav uppá at fáa part í tí búskaparligu framgongd, sum hevur verið.
 
- Okkara limir hava als einki fingið. Vit hava hildið aftur í nógv ár og tí halda vit løtuna vera komna til, at eisini okkara limir fáa part í búskaparvøkstrinum, sigur Súni Selfoss.
 
Rætta løtan er nú
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum leggur upp til, at tit halda aftur, tí annars kann tað fara at gerast ov dýrt at halda fast við tær vælferðartænastur, sum vit hava, serliga, tá tað fer at ganga hinvegin aftur.
 
- Eg hoyri tað, hon sigur, men eg haldi ikki, at tað er ein so øgiliga góð grundgeving. At vit heldur einki skulu fáa, tá tað gongur væl? Nær skulu vit so, spyr formaðurin í Starvsmannafelagnum.
 
Ístaðin heldur hann, at landsstýrið eigur at hyggja eftir, um man fær teir pengarnar í landskassan, sum skulu fíggja raksturin av samfelagnum. Í øllum førum er tað skeivt at áleggja limunum í Starvsmannafelagnum serligar samfelagsskyldur.
 
- Vit vísa altíð hóvsemi, tá vit samráðast, og tað gera vit sjálvandi eisini hesaferð. Men tað sigur seg sjálvt, at tá partar av samfelagnum fáa øgiliga stóran ágóða, so halda vit eisini, at okkara limir hava rætt til at merkja somu framgongd, sigur Súni Selfoss.