Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skammlop í republikanska radaranum

Tórbjørn Jacobsen:

Útvarpið hevur rættiliga ment seg við nýggju vetrarskránni, og í Radaranum royna útvarpsfólkini at ganda fram støðumyndina í týdningarmiklum samfelagsmálum, sum eru uppi í tíðini. Radarin var á skránni fyrrapartin miðvikudagin í hesi vikuni. Var staddur í kenda havna- og brúgvabýnum Hamburg, tá ið Kári Sólstein ringdi og spurdi, um eg kundi luttaka, ella rættari vera við, í einum innslagi, sum hann dagin eftir skuldi gera um Tangafjarðartunnilin, og serliga um ráðini frá tilmælingarbólki landsstýrisins um at gera brúgv yvir Saltnesgrynnuni fyri at fáa fast samband ímillum Strendur og Saltnes. Páll á Reynatúgvu og Helgi Abrahamsen skuldu sita í útvarpsstovuni, og eg giti mær til, at undirritaði skuldi umboða áhugamálini hjá maritima umhvørvinum inni á Skálafjørðinum. Innanfyri fjarðarmunnan. Sjálvandi hevði eg ligið sum ein ópolitisk lús ímillum hesar báðar landspolitisku gigantarnar, ideologisku giraffarnar, Abrahamsen og á Reynatúgvu, men kanska okkurt evarska lítið klípi kundi komið higani, táið Runavíkar havn varðar av 98-99 %´um av skipaferðsluni inn og út av fjørðinum og hesi seinastu trý árini hevur tvífaldað sín aktivitet í frekvensi og í inntøkukrónum. Higartil hevur kortini ongin hildið hugsanina hjá fjarðbúgvunum ella havnarmyndugleikanum á staðnum at hava nakran sum helst týdning, og tað mundi Kári Sólstein heldur ikki halda, tí eg hoyrdi ongantíð nakað frá honum aftur, hóast vit høvdu eina klokkuklára avtalu um, at hann ringdi aftur um hálvgum ellivu tíðina føroyska tíð fyrrapartin miðvikudagin. Tað kvøtti ikki úr telefonini í Sortudíki aftur hesa ferðina, helst hevur hann verið nøgdur við lýsingina av málinum soleiðis, sum teir tríggir Kjølbro, á Reynatúgvu og Abrahamsen løgdu tekstin út. Gott tað sama og tí hesar fáu stavir um málið og um viðgerðina av hesum í Radaranum í Útvarpi Føroya.

Vit, sum hava siglt nakað væl í arktiskum farvatni, lærdu skjótt, at ansast skuldi serliga væl eftir “sea clutter” funktiónini á radaranum. Við fullari ferð í sjóvarilsku, kavaælingi og náttarniðu ráddi um, at radaramyndin í mestan mun var veruleikin í natúrligu kringumstøðunum, skrúvaði man ov nógv upp fyri “sea clutter” knappinum, kundi ein ósæddur ísflaki óvarandi leypa á teg, tí at tú hevði foykt hann burtur saman við grómuta hvíta órógvinum inni í miðkringinum. Soleiðis fyrikemur mær hetta málið hjá Kjøl-bro & Co. Landsstýrið hevur sett niður ein tilmælingarbólk í Tangafjarðartunnilsmálinum, mesta serfrøðin í landinum sigst, ein dalsaki av desideraðum landkrabbum, sum Páll á Reynatúgvu í Radaranum mælti til, at vit í treytaleysari eyðmýkt og virðing grýttu okkum fram eftir rommum fyri. Bólkurin er mannaður í tveimum. Arbeiðsbólkurin: Róaldur Jákupsson, Tórir Michelsen, Hans Albert Hansen. Og stýrisbólkurin: Rúni Joensen, Kaj Johannesen, Bjarni Askham Bjarnason, Bjørgfríð Ludvig, Pól Edvard Egholm, Petur Petersen, Marjun Hanusardóttir og Ewald Kjølbro. Skal eg siga mína hjartans meining, so detti eg als ikki frameftir grúgvu í undranarhávirðing fyri serfrøðini hjá hesi forsamlingini um, hvat ið Skálafjørðurin skal brúkast til í ókomnum døgum. Onkursvegna tykist tað, sum landsstýrið við hesum mæta herliði, Tilmælingarbólkinum, hevur fingið eina “sea clutter” tunnilsfunktión, sum hevur megnað fullkomuliga at flyta fokus í málinum frá at vera ein tunnilsloysn til at alt kjakið nú snýr seg um eina forðing, eina brúgv, yvir um fjarðarmunnan á Skálafjørðinum. Um hetta var ein partur av arbeiðssetninginum vita vit ikki, tí almenningurin hevur bara sæð tilsipingar til kommisoriið í uppritinum frá bólkinum.

Kortini kemur bólkurin við hesum tilmælinum: “Samanumtikið verður mælt til, at arbeitt verður víðari við leistunum almennum partafelagi og almennum-privatum samstarvi (APS). Eitt, sum eigur at verða umhugsað fyri at minka íløguna og um váðan í verkætlanini, er at broyta linjuføringina til at fevna um tunnil millum Strendur og Sund, umframt brúgv um Skálafjørðin. Samfelagsnyttan verður tá størri, tí tað til ber at ganga og súkkla um eina brúgv, sparda tíðin er minni í tunlinum, trygdin er betri á eini brúgv, umframt at viðlíkahaldskostnaðurin er lægri. Harafturat er byggikostnaðurin umleið 200 mió. kr. lægri............Sostatt ber til at minka munandi um samlaða váðan í verkætlanini við at broyta linjuføringina til at fevna um eina brúgvaloysn. Ein brúgvaloysn kann verða framd uttan at ávirka skipaferðsluna á Skálafjørðinum stórvegis. Hetta er tó ein loysn, sum fyrr hevur víst seg ikki at hava serliga góða undirtøku millum politikarar og borgarar í lokaløkinum kring Skálafjørðin.”

Á einum gongutúri seinasta sunnudag rendi eg meg í ein pensióneraðan verkfrøðing, sum hevur brúkt dastið av sínum virkna arbeiðslívi hjá Landsverkfrøðingsstovninum, og sum annars ikki hevur fýrt fyri at gera viðmerkingar til týðandi mál í samfelagnum. Hann helt lítið um brúgvamálið við Skálafjarðarmunnan, og táið vit í hesum sambandinum komu inn á legenduna Mikkjal Helmsdal, ið sum stjóri stovnsins megnaði at knýta eitt heilt land saman í undirstøðu - við vegum, brúm, havnum og tunlum, tá helt gamli verkfrøðingurin fyri: “Mikkjal segði altíð, at tað er alt ov stutt á leið, bert at hugsa hálvthundrað ár fram í tíðina.” Undirstøðan er meiri enn nakað annað høpi í Føroyum, - fyri og eftir. Stóru visiónirnar hjá Landsverkfrøðinginum gjørdust í stóran mun grundsúlan undir uppdriftini, sum gjørdi Føroyar til eitt nýtímans samfelag.

Í Radaranum sleppur so ein málsliga hálvbrotin avloysari at siga frá sínum visiónum í samferðslumálum. Alt bendir á, at Ewald Kjølbro totalt hevur yvirrulað hendan metrosexuella tilmælingarbólkin við sínum gamla kepphesti um brúgv yvir Saltnesgrynnuni. Eitt er, at hann ikki hevur ánilsi fyri um tunnils/brúgvaloysnin verður 100 ella 200 milliónir krónur bíligari, hann nevnir bæði tølini sum ein møguleika, men táið maðurin við tí stóra ingeniørkunstinum leggur trumfin á borðið, og heldur at ein brúgvaloysn, sum bara rúmar núverandi Norrønu undir akbreytini, er rætta loysnin, so kann bara staðfestast, at avloysarin hjá Helmsdal ikki hugsar ein dag fram í tíð, hann er harvið púrasta visiónsleysur, og tí í framtíðarhøpi vandamikil fyri tað føroyska samfelagið. Ætlaða brúgvin hjá Kjølbro verður 900 metrar til longdar, fríhæddin fyri sigling verður 51 metrar og distansin ímillum stabbarnar verður 45 metrar til longdar. Skip sum longu hava vitjað Føroyar í handilsørindum sleppa hvørki undir brúnna og tíansheldur ímillum stabbarnar, - ímeðan dýpið ikki er nakar trupulleiki. Hvørji framtíðarkrøvini vera til skipavinnuna, skipasmiðju- og oljuvinnuna og eina møguliga decommissioning vinnu í framtíðini hvat brúgvahædd og vídd ímillum stabbar viðvíkur, tað eigur núverandi stjórin á Landsverki onga serfrøði í. Vit mega eisini minnast til, at altjóða sigling flytur seg norðureftir í hesum døgum, nú ísurin bráðnar við Pólarnar, og tí kann roknast við, at ein fjørður sum Skálafjørðurin um 10-20 ár fer at hava tørv á at hýsa skipum, sum eru heldur trivaligari enn júst Norrøna, sum av óskiljandi orsøkum er vorðin snúningspunktið í leysakastinum av argumentum hjá harra Kjølbro, - skipið siglir ikki inn higar á fjørðin yvirhøvur. Kundi hugsað mær at vita hvør kostnaðurin av loysnini hjá Kjølbro hevði verið, um fríhæddin á brúnni var 90 metrar heldur enn 50 metrar og víddin ímillum stabbarnar 90 metrar heldur enn 45 metrar? Tástaðni líkist brúgvin onkrum sum kundi brúkst í eini 30 ár fram, men verður hendan Kjalabrúgvarloysnin tá ikki dýrari enn upprunaliga ætlanin, sum alla tíðina hevur ligið í kortunum, har Tangafjarðartunnilin umvegis eina rundkoyring fer upp á land á Strondum og innanfyri Høganes?

Honum á baki í Radaranum komu Helgi Abrahamsen og Páll á Reynatúgvu. Í stóran mun var eg fyri eina ferð skuld samdur við øllum sum Helgi hevði at bera fram. Sambandsmaðurin og fuglfirðingurin á Strondum. Páll á Reynatúgvu er framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í samferðslumálum, og bleiv lanseraður sum slíkur í sendingini. Vanligt er í stórum flokkum, at tingmenninir tosa saman um málini, undir øllum umstøðum um tey stóru málini, og at framsøgumaðurin síðani er talsmaður og heldur seg til konsensus sum komið er til innansyndis í tingbólkinum. Soleiðis skulu vit skilja framsøgumannin hjá Tjóðveldinum í sendingini miðvikudagin. Í Radaranum.

Tað kann nú vera, at Kári Sólstein helt seg hava fingið ein somikið trivaligan politiskan kalva á agnhaldið, at ikki var longur tørvur á staðbundnari objektivari (subjektivari vil onkur kanska siga) vegleiðing og ráðum innan av Skálafjørðinum. Hóast ávaraður av Sólstein um, at sendingin snúði seg um Tangafjarðartunnilin, og ikki um aðrar farleiðir í Føroyum, so kundi framsøgumaður Tjóðveldisins ikki bara sær, táið hann skjeyt Tangafjarðartunnilin niður og norður í fyrsta setninginum: “Eg má fyrst siga tað, at tað, at gera Eysturoyartunnilin, tað, tað, kanska kann tykjast, ið hvussu er sæð frá suðursjónarmiði, sum at gera eitt marglætissjúkrahús til tey frísku. Vit høvdu sjálvandi ynskt, at raðfylgjan hjá landsstýrinum var eitt sindur annaðleiðis.” Framsøgumaðurin tosar ígjøgnum vit-formin, og vit er Tjóðveldisflokkurin, og hesin flokkur er samsvarandi útsøgnini ímóti at gera Tangafjarðartunnilin. So vita vit tað, og so vita vit eisini, at uppskotið hjá flokkinum, sum liggur í Rættarnevndini, bara var ein politiskur glantrileikur, ið hevði til endamáls at forpurra onkra aðra ætlan. Fólk eru í heila taki farin at spyrja nær hasin flokkurin seinast var fyri nøkrum, kanska hevur tað máttloysi nú forplantað seg til, at flokkurin er farin at taka undir við og er fyri at leggja eina lága sperru um tann frægasta fjørðin í landinum.

Framsøgumaðurin sum ikki sær upp um girðingarnar í sínum egna lítla sandkassa, fer síðani undir at tosa um útbúgvingarskipanina í Norðurlondum (?), og ræssonerar síðani, at vit út frá henni mega hava alra størstu virðing fyri serfrøðini, í hesum førinum Tilmælingarbólkinum, í tunnilismálinum undir Tangafirði. Hann sigur seinri: “Um brúgvahæddin og man fagurfrøðiliga fær sameint brúnna við verandi landslag, hvis man hevur tey atlitini inni, so haldi eg, at man í hvussu er eigur at skeita eftir um man kann vinna 100 ella 200 milliónir, tí tað eru hóast alt nógv økir í føroyska samfelagnum, sum kundu fingið stórt gagn av at fingið tilført 100 ella 200 milliónir krónur.”

Grand finalan hjá Pálli er lík henni hjá hinum totalt visiónsleysa Kjølbro. Helgi og Páll verða spurdir um teir taka undir við eini brúgvaloysn, Helgi svarar umgangandi og kategoriskt nei, ímeðan famsøgumaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum endar kjakið við hesum troystarleysu og sera fátæku orðum: “Um Norrøna siglir undir, so vera tað nokk øgiliga fá skip sum ikki kunnu sigla undir brúnni !” Útgangspunktið undir setninginum er, at brúgvin verður veruleiki í hansara og floksins optikki, væl at merkja um nøkur loysn finst á málinum yvirhøvur. Hava fólk skilt sjónarmiðini hjá Tjóðveldinum rætt í Radaranum, so tekur flokkurin als ikki undir við at fremja verkætlanina: Tangafjarðartunnilin.

Onkur veit kanska, at eg havi verið nakað knýttur at hesum flokkinum, sum Páll á Reynatúgvu umboðaði í ÚF-Radaranum, og tí royndi eg beinanvegin at fáa at vita frá leiðsluni í flokkinum, um hetta var støða floksins í málinum, sum Páll á Reynatúgvu hevði borið fram á torg. Nú politiska arbeiðsvikan er farin aftur um bak er ongin almenn avsanning komin og metropolistiski Matrjosjka-vongurin, sum annars ger seg klókan uppá alt sum finst ímillum Himmal og Jørð, hevur heldur ikki gjørt vart við seg, tí kann eg í kvøld bara sláa fast, at flokkurin akslar síni skinn við framsøgumannin, ið ætlar at steðga øllum menningarmøguleikum á fremsta fjørði Føroya – Skálafjørðinum, í tíðini sum liggur framman fyri okkum.

Tað sum eg helt vera eitt skammlop í republikanska radaranum hjá Tjóðveldisflokkinum var eftir øllum at døma ein væl umhugsað og væl orðskift niðurstøða, sum allur flokkurin og øll tingmanningin stendur aftanfyri, og tað hevur sett undirritaða í eina heilt nýggja politiska støðu. Flokkurin við verandi tingmanning er ikki flokkurin sum eg helt meg vera ein part av, og í Tangafjarðartunnilsmálinum hevur flokkurin spælt fullkomuliga fallit. Í hvussu er fossar blóðið úr æðrunum á sterka kastalinum og bastiónini hjá Erlendi Patursson: Eysturoynni.

Trupult er at ynskja visiónsleysum fólki ein blíðan byr, men tað ber kanska til at vera breyðpolitikari nakað frameftir í heimastýrinum, við at hóva gummikekkar upp úr einum tómum landskassa.

 Framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum, og harvið flokkur hansara, hevur enn ikki skilt, at Tangafjarðarloysnin er ein verkætlan og hartil ein forrætning í sær sjálvum. Vónandi megnar landsstýrið, kanska saman við Javnaðarflokkinum, at loysa málið soleiðis, at tær stóru fólkakonsentratiónirnar í Føroyum verða samanbundnar, og at hin í maritimum høpi unikki Skálafjørðurin at kalla sleppur at liggja soleiðis sum Skaparin legði hann til okkara forfedrar, okkara og okkara eftirkomarar at brúka í samskiftinum við flótandi og siglandi eindir og fólk á heimshøvunum.