Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jóanes, her í rolluni sum trummuslagari í Mánahundunum í 1965

Skaldmentanarliga transformatorstøðin 60

Tórbjørn Jacobsen:

Vit eru á søgunnar markamóti, táið Canis Fæcalis hin 21. januar 1793 kemur spaserandi inn á Kollveltingartorgið í fronsku høvuðsborgini París. Hóast skroypiligur og blindur tók mannamúgvan seg til viks fyri hesum latrinera sópara hjá Bourbon´ska Kongshúsinum, ið Victor Hugo umrøddi hendan livandi septiktangan hjá Ludda Kongi hinum sekstanda, sum lá víðopin á guillotinupallinum og bíðaði eftir, at falløksin úr erva skuldi klúgva barkakýlið hansara. Frakland var á ørvarenda, og fraklendingar vóru blivnir troyttir av einaræðinum. Einasti vinurin í allari verøld var nú Canis Fæcalis – konungaligi reyvsleikjarin – sum var tveittur upp til harra sín, og stóð á fyrstu parkett, táið hvassa blaðið kom súsandi niður úr guillotinukrúnuni. Í tí høvdið varð kvett av, slappaðist bakgørnin. Beinanvegin Fæcalis tevjaði, at boð vóru eftir sær, stakk hann tað spíska trýnið inn undir hvíta serkin og gjørdi sína embætisskyldu. – Og tað løgna hendi, at hundurin varð standandi. Tað tóktist, sum undraðist hann á, at gørnin ikki táttaðist aftur. – Soleiðis endaði tann parturin av europeiskari mentasøgu.

Áleið soleiðis hugleiðir skaldið Sekjær Nielsen í frálíku bókini Brahmadellarnir. Sum altíð letur hann ongan iva vera um, hvørjumegin hann stendur í stríðnum. Sympati´in liggur ikki hjá hinum parteraða Ludda á skafottinum, yvirklassadýrinum, sum í evstu stund royndi at fáa fremmandar maktir at intervenera ímóti fólksins vilja fyri at varðveita maktina, og symbolikkurin við reyvsleikjara valdsins - lortahundinum, franska bulldogginum við tí serliga longu tunguni - fram at tromini, royndarstundini hjá einaræðinum franska, kann eisini skiljast sum andsøgnin til alt tað, ið Skaldið yviri við Strond hevur staðið og stendur fyri á politiska og skaldsliga mótinum. Hesin akslar fyrst av øllum síni skinn saman við proletariatinum, teimum á niðastu rók í sosialu lyftuni og so er hann føroyskur republikanari, av tí slagnum sum er hátthevjað omanfyri allan geldan partapolitikk, Republikkin er ein sjálvsagdur rættur hjá tjóðini, fólkinum, og hevur lítið við umsitingina av danska heimastýrinum, borgarligu parlamentarismuna á Vaglinum, á Tinghúsvegi 1, at gera.

Jóanes Nielsen fer um seksti ára hvarvið í dag. 5. apríl. Borin í heim júst ein mánaða eftir at reyði zarurin Jósup Stalin legði árarnar inn. Teirra vegir fløktust saman nøkur ár seinri, men hetta var nakað væl eftir tey fyrstu sjey árini úti á Landavegnum, tey næstu sjey árini í Nunnuskúlanum og eftir nøkur námsferðarár á fiskiveiði við Grønlands- og Nýfunnalands strendur. Onkuntíð búði hann á flatlondum, í Svítjóð, á Patreksfirði og ferðamynstrið tykist rættiliga bíbilskt, tí á Tvøroyri huseraði hann eisini í 7 ár, og nýggjasta skaldsøga hansara er greitt tekin um, at hesi árini hava komið honum væl við. Nú var eg sjálvur so heppin, at eg fekk ein Mont Blanc fyllupenn í fermingargávu, og eftir øllum at døma kann tað búgva okkurt gandakent í júst hesum skriviamboði - mín bleiv nú bert brúktur til fagurskriving í realskúlanum - tí Jóanes sigur í Rithøvundabókini, at hann hondskrivar allan sín skaldskap við sínum góða Mont Blanc fyllupenni, og síðani reinskrivar hann við Olympia skrivimaskinuni, sum hann arvaði frá Árna Dahl. Annars boðar hann í somu bók frá, at hann brúkar lesibrillur, no. 46 í skóm, er kommunistur og at hann er forelskaður í Føroyum. Seinri kom eisini hesin serlingurin inn í telduøldina, somikið hava vit samskift hesi árini síðani.

Stríðið um Vietnam er tann einstaka hendingin í okkara tíð, sum hevur havt størstu avleiðingina yvirhøvur. Ræðuleikarnir, har allur tramansskapur bleiv brúktur uttan kjarnorka, orkestreraðir av kapitalistisku háborgini USA, fóru sum tungt lastaðar geislingar um allan heimin. Hóast legendariski franski forsetin Charles de Gaulle í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í 67 segði, at so langt sum hann sá fram í tíðina, var ongin ófriður at hóma nakrar staðir, so kókar yvir nakrar fáar mánaðir seinri á universitetinum í Nanterre. Cohn-Bendit og hansara fylgisneytar gerast spjótsoddar í einum stríði, sum objektivar fyritreytir tóktust vera fyri alla staðni, latenta vreiðin hevði bara bíðað eftir fyrsta svávilpinninum. Nú byrjaði marsjurin, so segði Rudi Dutschke, ígjøgnum stovugongirnar á hýggjuskotnu og upptornaðu almennu institutiónunum. Konserveraða valdið, stadnað sum betong, støkk sundur, tað sást inn á armeringina, og hon varð álopin. Ungdómsbyltingin fór sína sigursgongd um allan vesturheimin sum ein politisk og musisk kollvelting. Táið Sorbonne var tikið og París stóð í ljósum byltingareldi í mai mánaða 1968, er Jóanes Nielsen 15 ára gamal. Kvæmur aldur í kjalarslóðini hjá Beatles, Rolling Stones og Bob Dylan.

Tað stóð ikki markað í pannu hansara, at hann skuldi gerast proletarur og skald. Tey flestu høvdu ivaleyst roknað við, at hann gjørdist bilmekanikari, smiður, verkstaðsleiðari, bilseljari ella stjóri. Hóast hann nú sær út sum ein niðurslitin útróðrarmaður, táið hann fer við hondunum aftanfyri bak framvið Skansanum, niðan við Bursatanga, og longur fram á leið niðan eftir Áarvegnum, í hesum skríggjandi gulu ella reyðu brókunum, við ývna hárinum flákrandi í lotinum, er ilt at meta um, hvussu lagnan hevði hóskað honum sum snákaður og strokin bilseljari, dresseraður sum hin danski handilsreisandi, ið royndi at prakka eina wc-kummu við cisternu og øllum tilhoyrandi dragsli uppá SjúrðaLias, og umborð í “Sigatind”, á Leirvíkskei á sinni. Skógvarnir so spískir sum merluspíkarar, slipsið sum ein breiðfokka og flippurnar sum vindskeiðir.

Tað varð eitt vælsignilsi fyri Føroyar, at trummuslagarin úti á Landavegnum, sum hevði bukað við trummustavunum í “The Moon Dogs”, fýra ár fyri at Neil Armstrong setti fótin á Mánan, og í ensemblinum “Yellow Birds” árið eftir, mynstraði umborð á “Kongshavn” hin 7. juni 1967 sum 14 ára gamal. Leiðin lá til Grønlands. Síðani er nógv hent á leiðini. Á skipsdekki, við rulluna, við snelluna, á garnaveiði, sárhentur, lógvarnir loðnir av agnaskræpu í onkrum skúri í rullinum á Flamingjagrunni og undir Føroyum og Íslandi, á banjarum, har fiskurin skuldi leggjast í salt, við blandimaskinurnar, á bilverkstøðum, á stilladsum og samstundis kravdi skaldsliga skapanarmegin alt meira av hesum manninum, sum onkursvegna gjørdist ein skaldmentanarlig transformatorstøð hjá landsmonnum sínum. Hann gekk stálsettur inn í gerandislívið hjá føroyskum fiski- og arbeiðsmonnum, og haðani kom magnið og íblásturin til at kalla alt, sum hann hevur avrikað. Jóanes seig universið og smálutirnar í seg, og sum ein eksklusivur transformatorur skapti hann skaldskap burturúr hesum, setti ørandi ravmagnsgeislar í setningarnar, og varpaði produktið áfram til tey, sum ynsktu at lesa tað, sum hann hevði uppá hjartað, og tey hava verið mong, - her á landi og nú víða um í verøld.

Tilvitaða arbeiðsvalið, í dagligum yrki at gerast ein partur av føroyska fólkahavinum, kveikti eisini samfelagsáhugan og harvið politiskan áhuga í hesum vitborna og reflekterandi knokki við teimum sensiblu antennunum. Rákið var til vinstru, flóðaldan úr París helt fram við at bróta heilt fram í sjeytiárini, og marxistiskar samkomur vórðu gandaðar úr svørðinum í ymsum brigdum. Oyggjaframi (m-l) var ein teirra, helt til úti á Reyni við bókahandli og prentsmiðju, og vit, sum dúgliga lósu partíavísina “Arbeiðið”, sóu nú fyrstu ábendingarnar um, at Føroyar kundu vænta sær ein rithøvund í serflokki aftur. Sjálvur sigur hann í fororðunum í fyrra greinasavninum, Undergroundting, at hesin kommunistiski felagsskapurin var hansara politiski skúli og blaðið onkursvegna katalysatorurin, kveikjarin, til ein tann frægasta kronikørin í landinum í nýggjari tíð.

Skrivar Jóanes eina grein í avísunum, eisini í dag, so verður hon nærlisin av øllum. Ungum og eldri. Hann hevur sín heilt serliga stíl, málið er gerandismál, og kortini situr tað sum fótur í hosu, setningarnir sum diamantar, og hann varpar onki frá sær uttan so, at hann ætlar eitthvørt, ætlar at røkka okkum við einum boðskapi, sum altíð er synkroniseraður íkring eitt poeng. Stalinistiska kirkjugarðsmoldin í Fólkabúðini hóvaði honum ikki, sum hann sjálvur sigur: Eitt av spøkilsunum hjá Oyggjaframa æt Josef Stalin. At burturforklára hópdrápini og einsrættingina, serliga í tríati-árunum, tað var sum at umboða eina kloyvda sál, sum niðri í sínum gloprum og rivum bøldi yvir kirkjugarðsmold. Síðani hevur hann politiskt verið á flogi sum ein loftsnælda, hevjaður omanfyri gerandiskeglið og smálutirnar, einmansherurin, sum kortini var trúgvur ímóti loysingini og kommunismuni. Hann hevur helst ikki havt stórar tankar um aðrar føroyskar politikarar enn Erlend Patursson og DP. Báðir loysingarmenn og stríðsfúsir oddvitar í fakfelagsstríði, í royndini at lyfta sosiala elevatorin eitt stig fyri og annað eftir upp ígjøgnum samfelagsslokuna.

Sum røðari er Jóanes tikin úr leikum, røðurnar eru so merkiliga væl snaraðar og so eigur hann oratoriskt og retoriskt snildi, sum bara eru heilt fáum beskorin. Hann er ein av fáum fólkatalarum, sum eftir er í landinum, og tí er tað harmuligt, at hann ikki brúkar hetta talentið meira í almenna rúminum. Helst er skaldskapurin orsøkin, nú skal varðin laðast, sum kemur at standa ósvitaliga stinnur, so leingi føroyingar búgva í Føroyum.

Ivaleyst hava vit leingi vitað um eksistensin hjá hvørjum øðrum, vit báðir Skaldið, landið er lítið, og kanska hevði Jóanes frætt tað, at eg onkuntíð hevði tikið mær rættin at lesa burturúr hansara skaldskapi í diverse samkomum. “Trý brøv til ein fiskimann” er uttan samanbering tann av yrkingum hansara, sum onkursvegna meira enn aðrar gjørdist ein partur av mínum avmarkaða universi í so máta, helst orsakað av professiónini dastið av lívinum, og tí at Jóanes aldri kundi havt yrkt hetta heiðurskvæði, um so var, at hann ikki tók eksistentiellu avgerðina í 1967, at vera ein av mongu fiskimonnum okkara.

Fyrsta ferðin eg veruliga varnaðist krútið og megina í skaldskapi hansara, var einaferð eg var á almennari vitjan í Álandi. Sum mentamálaráðharri. Gunn Carlsson hevði boðið mær eystur hagar, og sum siður er, táið ráðharrar vitja hvønn annan, var døgverði kvøldið fyri heimferðina. Vit vitjaðu umborð á gomlu fýramastraðu barkini Pommern, sum máttmikla Ericsson útgerðarfelagið hevur latið myndugleikunum í varðveitslu. Haðani var farið inn á stóra sjóvinnusavnið, har ein matstova er skipað sum ein kahútt aftur ímóti hekkuni á einum seglfarara.

Nakað av fólki var samankomið, og táið konversatiónin var farin á glið og meginverðin etin, skuldu ráðharrarnir heilsa hvør øðrum. Sum flestu føroyingar vita, so hevur álendski eksistensurin í stóran mun verið treytaður av havinum. Tiltiknir í seglskipatíðini og seinri, tí skilja tey lívið, umstøðurnar og sosiala samanhangin hjá sjófólkinum betur enn tey flestu. Eftir nakrar kurteisiligar viðmerkingar fór eg undir at lesa tey trý brøvini til ein fiskimann eftir skaldið yviri við Strond í umseting hjá okkara felags vinkonu – miklu mentanarkvinnuni Ebbu Hentze.

Ein øgilig atmosfera, øll siglingarsøgan hjá bróðirfólki okkara guvaði úr umhvørvinum, bara tún var ímillum okkum og barkina, sum var farin um tey sjey heimshøvini, og nú stríddust vit yviri á Flemish Cap umborð í einum føroyskum línubáti. Hetta gjørdist ein stund við sterkum løðingum, yrkingin fór í solar plexus, hevði onkur snýst sær, hevði tað kenst sum ein Mikoyan-Gurevich, MIG 21-jagari, slepti eini bumbu júst í teirri løtuni. Har var ikki eitt eyga turt, tey kendu seg aftur í yrkingini, og eg kundi ikki annað enn hugsa um máttin í orðinum, ei undur í, at navnabróðir Jóanesar umrøður hetta í preludium í evangelium sínum: ”Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.” Havi seinri hitt onkran luttakara hetta kvøldið, og tað er ikki sørt, at tey minnast aftur á magnfullu yrkingina. Á eini útróðrarráðstevnu í Grenå endurtók søgan seg.

Seinri kom endurminningin um Hugo. Yrkjarar, sum sita í einseminum og royna at fáa sín skaldsliga alheim niður á pappírið, hava ivaleyst onkuntíð tørv á at trýstroyna úrslitið, at hoyra bergmálið úr oyðimørkini kring teir, og ein dagin var Jóanes í hinum endanum á tráðnum, og spurdi um eg vildi leggja oyra til eina yrking, sum hann nú helt vera komna í endaligt skap. Tá fekk eg frænir av, at Hugo var íblásturin til omanfyrinevndu brøvini, og nú Hugo norðan frá Gimbrunum var látin, hevði gamli skipsfelagi hansara reist honum ein minnisvarða, sum kemur at standa hevjaður høgt í føroyskum bókmentum. Eitt monument um ein proletar av tí rætta slagnum. Eitt slag av einum manifesti, á sín egna hátt líkt hinum stóra og kenda sanginum hjá Pablo Neruda.

Sjálvur havi eg ikki fyritreytir og als onga ástøðiliga kálvføðing, sum ger meg føran fyri at meta um skaldskap Jóanesar. Ikki eri eg bókmentafrøðingur, tí veit eg heldur ikki um hesin er ringur ella góður, hinvegin havi eg sum leikmaður ovurhugaður tímað at lisið hann á tamb fleiri ferðir, eisini á øðrum málum, nú hann smátt um smátt er farin at flyta seg um eitt landamark fyri og annað eftir. Tað hava verið tey fægstu, sum kendu habitusin innansyndis í hesum oldurabbasoninum hjá norðmanninum Jens Olsen, ið frívilliga legði út á hermótið at hjálpa dønum í stríðnum andvegis týskinum í 1848. Men í kykmyndini “Sporini vaksa úr orðum” eydnaðist tað Katrini Ottarsdóttir at fáa hendan lokaða mannin at venda ranguna út eina løtu, ella sum mamma hansara Marjun tók til við filmslok tað fyrsta kvøldið á Meiarínum: “Hatta er Jóanes !” Og ongin skuldi vitað tað betri enn hon, hendan blíðskortaða sumbiarkonan, sum tíðum sæst í havnargøtum. Frægi rithøvundurin Magnus Dam Jacobsen segði einaferð einum kanska í so dogmatiskum Jóanesi: “Ver ongantíð keðiligur sum rithøvundur.” Humoristur gjørdist hann eisini, og sum slíkur trein Jóanes á pallin í la grande finale í kykmyndini, táið hann hitti tvær kákandi kalkunir á eini trøð í útryðjuni av høvuðsstaðnum. Spurdur hvat tær mintu hann um, kundi hann ikki lata vera við at samanbera hina trivaligu við ein skjaldralesandi Carli – Carl Jóhan Jensen – og hina lakaru við skaldabróðurin Tórodd Poulsen.

Nú ein av fremstu rithøvundum Føroya fer um sekstiára hvarvið, og er farin at taka seg fram uttanvert landoddarnar, ber illa til at skáka sær undan teimum, ið hava munað so dyggiliga í hesi framsóknarútrás. Týðararnir, idealistar av Guðs góðu náði. Ebba Hentze, norðmaðurin Lars Moa og danin Povl Skårup. Ein dagin í 2000 komu teir báðir Jóanes og Carli á gátt hjá mær í Mentamálaráðnum, teir hildu at mentorurin Ebba kanska skuldi fingið eina almenna áminning um tað strev, hon í mentan hevði avrikað fyri tjóðini. So bleiv gjørt, og tað var ikki hissini skari, ið sessaðist við borðið á Parnassinum hetta kvøldið og nakað av náttini. Ein heiðurskvøða fyri og onnur eftir frá mentakvinnum og mentamonnum og nøkur ár seinri fekk hon tíbetur ta ultimativu heiðurslønina frá tjóðini: Mentanarvirðisløn Landsins. Seinri vann Jóanes sama heiðurin, og helst átti myndugleikin at hugsa um mentafólk og lynnarar sum Lars Moa og Povl Skårup, tá heiður skal skifta hendur á næsta sinni.

Seinru árini hava vit hitst tíðum. Kemisku streingirnir hóska ikki so illa saman í samljóðinum og dialoginum, og sum tíðin gongur, varnast man, at maðurin er alt meira komplexur og fjølbrigdaður enn vanliga fatanin hjá teimum ókunnugu hevur verið um hendan føroyska paralellin til stálsetta idelogiska reyðgardistin Strelnikov, sum ekskeverar deyðadómarnar á avrættingarpelotongini á einum lunnavagni í kykmyndini Dr. Zivago. Soleiðis kann tað tykjast, táið hann stingur høvdið, Niemeyer-vindulin og reyða Fánan út ígjøgnum loftsvindeygað á hvørjum ári til heiðurs fyri arbeiðaraklassanum, 1. mai. Men maðurin er størri andsmenni enn tað, flýgur hægri, á arnarveingjum, annars hevði hann aldri verið blivin ein av tjóðarinnar fremstu rithøvundum.

Ein fyrrapart eg hevði lagt leiðina oman eftir Avhaldsbrekkuni og haðani niðan í Tingið, standa Jóanes og Diaba, sáli, og spjalla saman undir Gamla Bókahandli. Spurdi um teir ikki komu út á Húsabrúgv at fáa sær kaffi eftir at eg hevði gjørt nøkur smáørindi av mær í parlamentinum, sum røkir tær donsku ognirnar í Føroyum. Ájú, tað var gamaní. Diaba var vorðin nakað eldri tá, fór heim til døgverða, men samrøðan hjá okkum báðum Jóanesi endaði ikki fyrrenn hann setti seg aftur á hjólhestin og siktaði eftir mánalýsinum, sum skygdi allan Nólsoyarfjørð upp hesa náttina, tað eru tey sum dáma hetta bleiktrandi ljósið, serliga táið ein viti krevst, og kompenserast skal fyri nakrar konsumeraðar konjakkdropar eftir eina langdrigna kvalitativa greining av heimsstøðuni, - í søgu, samtíð og framtíð. Tað ger fólki mun at tosa við fólk á høgum menningarstigi, soleiðis havi eg kent tað, tær ferðirnar vit hava svarvað um leyst og fast, um tað hevur verið úti við Strond, á Kirkjuvegi ella her inni á Langanesi. At Jóanes er vorðin eitt serligt fyribrigdi, kann hann eisini takka hini fryntligu Rannvá og fjølskylduni fyri, hann er sloppin at gera tað sum hann tímir og øvut, tað eigur tjóðin eisini at takka henni fyri, nú hesin knassin av einum manni verður 60.

Táið Canis Fæcalis legði leiðina inn á Kollveltingartorgið í París fyri júst 220 árum síðani, var hann einastur eftir av øllum, sum vildi varðveita ta makt, sum hann so treytaleyst var vorðin ein partur av. Tá maktin - kongsvaldið - bókstaviliga doyði undir serligu fronsku falløksini, seyp hann seinastu restirnar í seg. Størri loyalitetur finst neyvan. Giti at Jóanes tilvitað beskrivar hendan reyvsleikjaran hjá maktini so eyðmýkjandi, tí Fæcalis er hansara størsta andsøgn. Táið Skaldið fer eftir Vaglinum í gulu brókunum við einum FK-neti í aðrari hondini, á tremur við gularótum og kinakálum, og Tinghúsið sæst í baksýninum, tá er dialektikkurin fullkomin. Eldur og vatn. Her gongur maðurin sum altíð skákar maktina, líkamikið hvør observansurin er í henni, og hann leggur ikki fingrarnar ímillum, hann er eirindaleysur sum verji hjá fólkinum, ið gav honum so nógv fram til hvarvið ídag, og sum fekk so ófatiliga nógv afturfyri, at hann slapp at vera ein finna í tess stóra fólkahavi.

Hjartaliga til lukku, - og mátti byrurin verið tær og tykkum blíður í ókomnum døgum á øllum mótum.