
Skálavegurin verður gjørdur í ár
Íbindingin á Skálavegnum verður gjørd í ár. Tað segði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen í løgtinginum í dag.
Helgi Abrahamsen vildi hava at vita frá landsstýrismanninum, nær arbeiðið verður gjørt. Hann vísti á ein fyrispurning, sum hann hevði sett landsstýrismanninum í juni, har landsstýrismaðurin hevði svarað, at arbeiðið verður gjørt í ár. “Nú tveir mánaðir eru eftir av árinum, er spakin framvegis ikki settur í jørðina,” vísti Helgi Abrahamsen á.
Kári P. Højgaard svaraði, at arbeiðið skuldi longu veri farið í gongd, og hann vissaði um, at tað verður gjørt nú og verður liðugt í ár.