Skálatrøð - ótrúliga spennandi prosjekt
- Visjónin hjá kommununi við økinum er at skapa ein livandi og samanhangandi býarpart í miðbýnum, har vekt verður løgd á mentan og uppliving.
Økið verður sera fjølbroytt og sera stórur áhugi er millum einstaklingar, feløg og virki at sleppa at gagnnýta økið, sigur Bogi Andreasen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.
- Landsmyndugleikarnir, í hesum føri Mentamálaráðið, hava vent sær til kommununa við ynski um, at vit finna hóskandi pláss til tjóðpallin. Vit tosa tí um eina býarætlan fyri hetta økið, har eisini verður hugsað um almenna ynskið um staðseting av einum tjóðpalli, og at vit samstundis realisera ynskið um at loysa allar komandi parkeringstrupulleikar við m.a. einum parkeringshúsi.
- Býarskipanarliga er jú talan um bæði miðbý og ein part av havnafrontinum hjá býnum. Tí gjørdi býráðið av, at ein heildarætlan skal gerast fyri Skálatrøð og økið harumkring.
- Talan er um eina stóra ætlan, sum eg ikki fari at koma nærri inn á, fyrrenn málið er komið víðari. Men eg kann nevna, at ætlanin í vikuni var fyri í byggi- og býarskiparnarnevndini, og tað tóktist at vera rættiliga breið semja um, at ætlanirnar eru realistiskar.
- Her eru avbera góðir møguleikar at kombinera nógv av tí, sum ynski eru um at seta í verk í økinum. Fleiri spennandi verkætlanir eru longu i gongd í økinum. Hetta er tí eitt ótrúliga spennandi prosjekt, sum eg rokni við, at breið semja fer at verða um í býráðnum, sigur Bogi Andreasen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini at enda í stuttari samrøðu.