Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálatrøð – ein framtíðarvisjón

Skálatrøð verður eitt spennandi stað um nøkur ár. Skálatrøð er í veruleikanum longu spennandi, men her kemur heilt vist at henda nógv aftrat.

Skálatrøð kemur óivað at hýsa einum stórum parkeringshúsi, sum loysir verandi parkeringstørv. Helst kemur Tjóðpallurin at liggja her. Og helst kemur hetta at gerast eitt blandað mentanar-, bústaðar- og framleiðsluøki burturav.

Afturvendandi kravið fyri, at fólk skulu støðast, er trivnaður. Og trivnaður er so mangt. Trivnaður er alt tað, fólki tørvar, og alt tað, ið nøktar teirra tørv. Tað vil stórt sæð siga eitt stað at búgva, útbúgvingarmøguleikar, inntøkumøguleikar, eitt reint og hugnaligt umhvørvi í einum kókandi mentanarpotti, sum hevur tilboð til øll.

Um nøkur ár verða lutfalsliga nógv eldri og gomul í Havnini, og einki liggur mær meira á hjarta enn dreymurin um, at hesi øll fáa eitt blítt og gott lívskvøld í einum hugnaligum og livandi umhvørvi. ** Eg síggi fyri mær eina spennandi sameingin av tradionellari og nýggjari vinnu, samstundis sum økið móti sjónum verður gjørt meira livandi við smáum bústaðareindum, sølutorgum, kaféum, mentanarhúsum í breiðastu merking, granskingarumhvørvi, at vit ongar tómar keikantar hava í miðbýnum, men lív og hugnaligar gongugøtur í góðari sameining við virknar molar og lívligari skipaferðslu.

Eg trúgvi fult og heilt á, at tað umhvørvið, eg minnist, tá havnarøkið kókaði av fólki og virksemi, tá postbátarnir komu og smábátarnir løgdu fisk og fugl uppá land, á ein ella annan hátt kemur aftur, at tann hugnin og tann romantikkurin verður endurskaptur.

Tað eru málini, vit seta okkum - visjónirnar, ið skapa framtíðina.

Heðin Mortensen

borgarstjóri