Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjørður er ein merkiverd bygd í Føroya søgu

Framløga 16.3.2015 kl. 19.30 í skúlanum inni í Skálafirði av bókini “Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum”

Háttvirda samkoma!

Tað er mær ein heiður at hava fingið høvi til at leggja fram bókina “Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum” her í skúlanum í Skálafirði. Tað eru ikki nógvar bøkur, sum nevna Skálafjørð, men kaga vit í stílin í hesi bók, so síggja vit at har er bygdin nevnd. Orsøkin til, at vit hava framløgu av hesi bók her, er tann einfalda, at her ber til at síggja, at Skálafjørður er ein merkiverd bygd í Føroya søgu. 

Her sæst nevniliga eitt yvirlit yvir úrslitið av fólkaatkvøðuni 1946 fyri øll valstøð í Føroyum, og her er Skálafjørður í eini serstøðu.

Tá fólkaatkvøðan var tann 14. september 1946 fingu veljararnir tvinnar kostir í at velja. Annar var at seta kross fyri tí uppskoti, danska stjórnin hevði bjóðað okkum sum ein samrunnin partur av kongsríkinum Danmørk. Hetta uppskot tordi løgtingið ikki at leggja undir fólkaatkvøðu, tí eingin ivi var um, at tað hevði fallið. Í bókini stendur tilboðið prentað, og ein og hvør kann siga sær sjálvum, at fell uppskotið, so var tað tað sama sum loysing. Fyri at sleppa undan hesum vissa dómi samtykti løgtingið, at hin valkosturin skuldi vera loysing, og so skuldi alt gerast fyri at fáa stjórnaruppskotinum sigurin.

Tá løgtingið samtykti fólkaatkvøðuna 10. mai 1946 var eingin, sum ivaðist í, at loysing fór at fella, og fallið fór at vera stórt. Nakrir fáir føroyingar høvdu tikið upp loysingarkyndilin, men undirtøkan hevði verið lítil.

Men hvat hendi?

Tá fólk settu seg at lurta eftir úrslitunum frá teimum 76 valstøðunum, vísti tað seg, at í bygd eftir bygd var meiriluti fyri loysing. Í trimum valstøðum vóru allar atkvøðurnar fyri loysing. Hesi vóru Koltur, Trøllanes og Haraldssund.

Bert í einum valstaði vann stjórnaruppskotið fullan sigur, og tað var í Skálafirði. Her vóru 20 veljarar, og av teimum atkvøddu 19, ella 95%, fyri hesum uppskoti.

Hetta úrslit var ikki óvæntað, tí á løgtingsvalinum, sum hevði verið 6. november 1945, hevði Sambandsflokkurin fingið 16 og Javnaðarflokkurin 2 atkvøður í Skálafirði.

Tað hetta úrslit vísir, er tí, at tey, sum búðu í Skálafirði í 1946, vóru trúføst. Tey høvdu tikið støðu til hvønn flokk tey skulu velja, og tá fólkaatkvøða, var, greiddu tey atkvøðu so sum flokkarnir bóðu tey um at gera. Teirra partur lá tí ikki eftir í stríðnum fyri flokkanna áhugamálum.

Men alt stríðið hjá trúføstu veljarunum í Skálafirði kom til einkis. Aðrir sambands- og javnaðarveljarar fylgdu ikki floksleiðlum sínum. Heldur enn at gera, sum flokkar sínir viðmæltu, fóru teir á val og greiddu fullkomuliga óvæntað atkvøðu fyri loysing. Hetta hendi um allar Føroyar. Úrslitið av hesum var, at loysingin vann við 161 atkvøðum.

Hvat gjørdu floksleiðslurnar, sum veljararnir inni í Firði høvdu sett sítt álit á
Longu morgunin eftir sendi formaður Sambandsfloksins, sýslumaðurin í Fuglafirði, Andras Samuelsen, eini boð til almenningin í Danmørk, har hann ikki segði seg vera formann í Sambandsflokkinum, men formaður í einum higartil ókendum flokki, sum æt Samstarvsflokkurin. Tað, hann hervið ger vart við, er, at nú er sambandið rokið, men at flokkur hansara av fullum huga fer at samstarva við Danmørk við virðing fyri úrslitið av tí fólkaatkvøðu, sum hevði felt danska stjórnaruppskotið. Petur Mohr Dam, formaður Javnaðarfloksins, stóð lítið aftanfyri Andras í so máta, men segði í eini grein í Sosialinum, at vit máttu boyggja okkum fyri veruleikanum, sum var, at arbeiðsmenn og fiskimenn høvdu felt tað uppskot, sum hann hevði virkað so dúgliga fyri at fáa samtykt.

Fyrsti kapitul í bókini er um tað sum fór fram fyrstu dagarnar eftir fólkaatkvøðuna, har allir flokkar í Føroyum viðurkendu úrslitið og føroyingar settu sær fyri at taka upp egnan tein. Sjálvt Stórabretland ger flaggsalutt fyri sínum nýggja grannaríki. Síðan verður greitt frá, hvussu danska stjórnin skifti støðu og ikki vildi nýta ta fólkaatkvøðu, sum hon sjálv hevði sett í verk. Tá løgtingið var ósamt við nýggju støðu stjórnarinnar og ætlaði sær at halda fram við arbeiði sínum, upploysti stjórnin løgtingið og ætlaði sær at handtaka ólýdnu løgtingmenninar. Helst skuldu føroyskir løgreglumenn seta løgtingsmenninar í geglið, men megnaðu teir tað ikki, so kundu hermenninir á tí danska verjuskipinum, sum danska stjórnin í skundi hevði flutt til Tórshavnar, hjálpa amtmanninum at seta tingmenninar í brummuna.

Í øllum teimum londum, fólkaatkvøða hevur verið um loysing, er einki dømi um so grovan yvirgang, sum tann, danska stjórnin her gjørdi seg seka í.

Spurningurin er, um stjórnin hevði loyvi til at traðka føroyska fólkaviljan niður og senda tað løgting til hús, sum vildi fylgja úrslitinum av fólkaatkvøðuni.

Nær og hvussu hevur danska stjórnin fingið tann rætt, sum hon nýtti til at berja fólksins vilja niður?** Í tí sum eftir er av bókini verður leitað eftir svari upp á henda spurning.

Fyrst verður kannað, um ein slíkur rættur kann stava frá friðarsáttmálanum í Kiel í 1814. Vórðu vit við honum innlimaði í Danmarkar ríki?

Her kemur so væl við, at Danmørk í rættarmálinum um rætt Noregs til summar partar av Eysturgrønlandi í 1933 hevði ført fram júst hetta uppáhald. Í hesum partinum av dóminum tapti Danmørk fullkomuliga. Tað er tí av heimsins hægsta løgfrøðiliga myndugleika sligið fast við sjeytummmaseymi, at vit í 1814 ikki gjørdust ein partur av Danmarkar ríki. Harumframt segði dómstólurin, at okkara rættarstøða ikki broyttist av hesum friðarsáttmála.

Tað er tí neyðugt at skilja, hvør okkara rættarstøða var fyri 1814, til tess at fáa greiðu á, hvussu hon er í dag. Hetta er lætt at greina, tí vit hava jú sambandssáttmálan millum okkum og Danmarka ríki frá 29. august 1450, sum er at síggja í hesi bók. Við hesum bindandi sáttmála hevur Danmørk givið okkum sjálvstýri, tí har verður sagt, at tað ikki kann leggja upp í okkara innnríkis viðurskifti. Somuleiðis hava vit ta norsku stjórnarskrá frá 7. august 1661, sum vit sjálvi tóku undir við á løgtingi 14. august 1662. Vit høvdu við hesi stjórnarskrá átikið okkum skyldu til at vera kongi okkara lýðin.

Men í 1849 slepti kongur okkum frá teimum skyldum, sum vit vóru gingin undir. Eftir meginregluni um fólkasuverenitetin skuldu vit tá sjálvi avgera, hvat ið skuldi henda hjá okkum. Eins og danir fingu eina stjórnarskráargevandi ríkissamkomu, skuldu vit eisini havt eina av sama slag.

Men tað fingu vit ikki. Í staðin fyri nápaði danska stjórnin tað vald, vit høvdu givið kongi okkara, og stýrdi okkum á sama hátt, sum kongur hevði stýrt frammanundan eins og Kristoffur Gabel hevði lagt honum lag á eftir at vit høvdu samtykt at kongur skuldi stýra okkum.

Síðani 1849 hevur stýri Danmarkar yvir okkum verið heimildarleyst, og avgerðin um at koyra løgtingið til hús í 1946 í stríð við avgerð Føroya fólks og vilja Føroya løgtings, var tí ólóglig.

Hetta hevur verið ført fram fyrr. Her verður tað gjørt í eini vísindaligari framløgu. Hvat siga danskir vísindamenn til slíkar framløgur?

Vísindi eru eyðkend av orðaskifti. Ein vísindamaður sigur eitt, setir fram eina hypotesu, sum tað eitur, og allir aðrir vísindamenn hava skyldu til at ansa eftir, at tað, sum verður ført fram, er rætt. Halda teir, at ein hypotesa er skeiv, er tað teirra vísindaliga skylda at falsifisera hana við at vísa á, hvar ið mistakið er.

Hvat hava danskir vísindamenn so sagt um ta hypotesu, sum lesast kann í hesi bók?

Teir hava ikki sagt eitt orð.

Í vísindaligum høpi merkir slík tøgn, at hypotesan verður viðurkend sum sannleiki. Við at tiga hava danskir vísindamenn tí tikið undir við, at vit sum her búgva, hava rætt til at stýra okkara egnu viðurskiftum og hava eins stórar rætt til at avgera uttanríkispolitikkin sum danir hava.

Hóast tað eru vit enn í tí donsku spennitroyggjuni, sum vit í 1946 við danskari hernaðarmegi vórðu løgd í.

Hvussu kunnu vit sleppa burtur úr hesi ólógligu skipan, soleiðis at vit fáa tað demokrati, sum vit hava fullkomnan rætt til?

Til tess krevst fólksins undirtøka.

Fyri at virka fyri hesum er tað, at eg havi gjørt av at stilla upp til komandi fólkatingsval sum uttanflokka valevni. Endamálið er at fáa fólksins mandat til at støðga tí ólógligu uppílegging, sum danska stjórnin útinnir her hjá okkum. Alt ov leingi hava vit latið okkum henda órætt lynda, men alt hevur sína tíð, og nú er øll orsøk til at siga gablaveldinum farvæl og geva fólki okkara sín demokratiska rætt til at stýra innanríkis eins væl og í uttanríkismálum.

Zakarias Wang