Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnilin - viðmerking til Landsverk

Í tíðindaskrivi til skrivingina, sum hevur verið um tilmælið hjá Landsverk viðvíkjandi Eysturoyartunnilin, vísur Landsverk á, hvussu neyðugt tað er, at tann politiski myndugleikin, sum skal taka avgerðina, fær allar tær neyðugu upplýsingar - og hesum eri eg samdur í.

Kunningin sum førdi til samtyktu linjuføringina

Í 2006 kom Landsverk við einari ætlan um Eysturoyartunnilin líkur Vága- og Norðoyartunlunum (liggur á heimasíðuni hjá Landsverk), sum hevur tvinnar linjuføringar.

1. Linjuføringin er frá Kallanesi, ið kemur upp við Toftavatn, síðani í eina rundkoyring og herfrá aftur í ein tunnil, vestan fyri Løkin og yvir til Strendur. Henda linjuføringin inniheldur 2 tunlar, har tann eini er frá Kallanesi til Toftavatn og hin frá Toftavatni til Strendur.

2. Linjuføringin er frá Kallanesi og inn á Strondum, við einum landsvegi harfrá til eina stabbabrúgv tvørtur um Skálafjørðin yvir á Høganes.

Men tann politiski myndugleikin fekk eisini eitt projekt um tunnilin við eini linjuføring, frá P/F Skálafjarðartunnilin, sum vit síggja javnan í fjølmiðlunum, í er gjørd av okkara fremstu serfrøðingum innan øll økini í einum slíkum projekti (Dávur Reinert Hansen, verkfr. Niklas Foldbo, verkfr., Martin V. Heinesen, jarðfr. Tummas Eliassen stjóri, Ingi Højgaard, adv. og Símun Johannesen, skipsførari og borgarstjóri), sum var ein undirsjóvartunnil, ið hevði eina linjuføring frá økinum inn móti Sundi, og harfrá í eina rundkoyring undir Skálafjørðinum, við eini uppkoyring til Strendur og einari við Toftavatn.

Munurin millum henda tunnilin og teir hjá Landsverk var, at hesin hevði eina slættari uppkoyring móti Streymoyarlandinum, (orkusparandi) hann hevði 3 koyribanar, (2 banar har mótbrekka er, og 1 har undanbrekka er, so ferðslan verður effektivari) og hevði eina rundkoyring undir Skálafjørðinum, so tann sum ferðast úr Havnini, kann koyra beinleiðis til eystara- ella vestara arm á Skálafjørðinum.

Tá tann politiski myndugleikin skuldi taka støðu til verkætlanina Skálafjarðartunnilin, samtykti Føroya Løgting, at linjuføringin av Skálafjarðartunlinum, skuldi verða miðlinjan við rundkoyring og gav P/F Skálafjarðartunnilin loyvi til at fremja hesa verkætlan.

Arbeiðssetningur

Tá nú tann politiski myndugleikin hevur tikið hesa avgerðina, grunda á serfrøðiliga fakligheit, bæði tá talan er um nýtsluna, ferðsluna, orkunýtsluna og umhvørvið v.m., so undrar tað neyvan nakran uttan Landsverk, at vit mótmæla, tá Landsverk nú mælir til at gera stabbabrúnna tvørtur um Skálafjørðin, ið er ein skandala. Serliga, tá tann politiski myndugleikin setti bólkin á eina bundna uppgávu, sum var at lýsa, hvat var mest gagnligt fyri tað føroyska samfelagið:

1. at lata privatar gera tunnilin

2. at lata tað almenna saman við privatum gera tunnilin

3. ella um tað almenna sjálvt skuldi gera tunnulin.

Eg ivist ikki í, at tann politiski myndugleikin kemur at finna tað mest gagnligu loysnina, um hvør skal fremja verkætlanina og fara undir at gera Eysturoyartunnilin eftir tí samtyktu linjuføringini so skjótt sum gjørligt.

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin