Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnilin verður privatur

Nógva kjakið sum seinastu dagarnar hevur verið um Skálafjarðartunnilin, hevur snúð seg um spurningin, um tunnilin skal vera almennur ella privatur. Nógvar góðar grundgevingar hava verið førdar fram, bæði fyri tí almennu og tí privatu loysnini. Fyri mær er tó eingin ivi um, at tunnilin – um hann kemur – verður privatur.

Eg havi einki ímóti, at tunnilin verður gjørdur av tí almenna, um tað ber til politiskt. Útrokningar hjá Landsverki hava víst, at tað hevði verið tann bíligara loysnin. Men tað sær ikki út sum, at tað ber til at gera ein almennan tunnil millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin.

Støðan er nevniliga tann, at skal tað almenna gera tunnilin, so verður tað eitt politiskt krav, at Skálafjarðartunnilin, saman við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, skal fíggja bæði ein Sandoyar- og ein Suðuroyartunnil. Helst verður ein nýggjur Hvalbiartunnil eisini partur av málinum, og borgarstjórin í Havn hevur longu meldað út, at innkoyringarvegurin til Havnar, sum annars hevur ligið hálvgjørdur í áravís, skal vera partur av ætlanini. Eisini Strandfaraskip Landsins hava verið nevnd sum møguligur móttakari av ”avlopinum”.

Eg trúgvi ikki at politikarar úr Norðoyggjum ella Vágum fara at taka undir við, at tey økini skulu halda fram at gjalda tunnilsgjøld, eftir at teirra tunlar eru goldnir. Og politikarar úr Sandoynni fara ikki at taka undir við einum almennum Skálafjarðartunli, sum ikki eisini rindar Sandoyartunnilin o.s.fr. Viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum, so ivist eg eisini stórliga í, um hann fer at geva eitt so stórt avlop, at tað kann fíggja allar hinar útreiðslurnar umframt tunnilin sjálvan.

Hvønn veg fara bilarnir?

Tað er einki at ivast í, at fyri tey sum búgva uttarlaga á Skálafjørðinum er nógv at vinna (bæði í tíð og pengum) við at brúka Skálafjarðartunnilin. Men longu tá tú kemur inn á Skipaneskrossin, byrjar tíðarmunurin millum tunnilin og verandi veg at minka.

Tað tekur bara 40 minuttir at koyra úr Skálabotni til Hoyvíkar. Millum Skálabotn og Strendur tekur tað 10 minuttir at koyra, og síðani tekur tað eisini tíð at koyra ígjøgnum tunnilin og tað seinasta strekkið frá tunnilsmunnanum, Streymoyarmegin, til Havnar.

Um sparda tíðin bara er eitt korter ella 20 minuttir, so má tunnilsgjaldið vera sera lágt, um tað skal vera lokkandi fyri bilførarar, sum koma uppum Gøtueiði, at koyra tann vegin, og so blívur spurningurin, hvussu lágt kann gjaldið vera, um íløgan og raksturin av tunlinum skulu verða vunnin inn aftur. Skal hetta gjaldið so eisini fíggja ein Sanoyartunnil og ein Suðuroyartunnil, sum sambært øllum útrokningum fara at geva sera stór hall, umframt aðrar útreiðslur, so ivist eg stórliga í, hvussu hetta fer at hanga saman.

Tað verða neyvan vit sum búgva uttast á Skálafjørðinum, sum einsamøll fara at fíggja tríggjar undirsjóvartunlar við bumgjaldi. Tí eri eg komin til ta niðurstøðu, at valið stendur ikki ímillum privat ella alment, men ímillum privat ella einki.

Váðin

Tað er alment kent, at størri váða eitt felag átekur sær, størri avkast vil tað hava, um nakað avkast verður. Spurningurin er tí, hvussu stórur er váðin av hesi ætlanini? ** Váðin í hesum førinum er ikki so nógv knýttur at spurninginum, um ætlanin verður gjøgnumførd ella ikki. Váðin liggur heldur í, hvussu mong fara at koyra ígjøgnum tunnilin, og hvussu nógv kann teimum vera álagt at gjalda, áðrenn tey velja at koyra eftir verandi vegi.

Felagið sum hevur bjóðað seg at gera tunnilin, átekur sær allan henda váðan, men afturfyri skal felagið eisini hava fitt av avkasti, um nakað avkast verður. Hetta merkir, at landskassin hongur ikki uppá nakað.

Útlendskt felag

Eg skilji væl at fólk eru ivasom í sambandi við at eitt útlendskt felag kann fáa stóran vinning av eini samferðsluætlan í Føroyum, men hvat er alternativið? Eg hugsi um øll tonsini av bensini og dieselolju, sum fara upp í royk á verandi vegastrekki. Hvussu nógvar hundraðtals milliónir fáa útlendsk oljufeløg ikki burturúr tí? Siga vit nei til tunnilsætlanina, so verða tað hesi feløgini, sum ”ríka seg upp” ístaðin.

Heimildin

Ein spurningur, sum hevur veri reistur hesar seinastu dagarnar, er spurningurin, um heimildin hjá landsstýrismanninum er í lagið. Sjálvur havi eg ikki førleika at taka støðu til tann spurningin, men eg gangi út frá, at ráðgevararnir, sum landsstýrismaðurin hevur í Innlendismálaráðnum, munnu vera førir fyri at meta um tað. Men lat okkum fáa hetta staðfest, so eingin ivi kann vera um tann partin. Tað er eingin grund til at lata tann spurningin standa sum eitt ivamál.

Føroyar broytast

Bústaðarmynstrið í Føroyum broytist alla tíðina. Einaferð vóru vit eitt bóndasamfelag, og tá vildu fólk búgva í bygdum, har nógv jørð hoyrdi til. Síðani kom slupptíðin, og tá vuksu bygdir, sum lógu við náttúruhavnir. Men bóndasamfelagið og slupptíðin eru farnar tíðir. Nú vilja fólk búgva tættari saman.

Fyri mær er eingin ivi um, at Havnin, Klaksvík, Skálafjørðurin og økini rundanum hesi plássini, fara at vera tey fólkaríkastu í Føroyum í komandi tíðum. Tí síggi eg Skálafjarðartunnilin sum eitt týðandi bindilið í hesi ketuni, og verður hann ikki gjørdur av privatum, so verður hann als ikki gjørdur.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður