Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnilin – nú verður gongd sett á verkætlanina!

Politiskt mál fyri samgonguna.

Samgongan hevur sett av 6 mió.kr. í 2013 til at fyrireika byggingina av Skálafjarðartunnlinum. Tað hevur í longri tíð og støðugt verið arbeitt við hesari verkætlan – verkætlanin er nú á einum vegmóti og takast skulu nakrar politiskar avgerðir.

Samgongan metir, at henda verkætlan nú eigur at raðfestast høgt og fyrireikast soleiðis, at farast kann undir byggingina skjótast til ber. Ein týðandi partur av hesari fyrireiking er fíggingarmøguleikar, fíggingarleistur og hvør skal standa fyri verkætlanini, tvs. felagformur o.a.

Innlendismálaráðið kannar fíggingarmøguleikar

Innlendismálaráðið er farið undir at kanna fíggingarmøguleikarnar og í hesum døgum sita serfrøðingar og fíggingarstovnar saman fyri at finna út av, hvussu og hvør fíggingin skal verða til Skálafjarðartunnilin. Talan er sum kunnugt um eina verkætlan uppá eina milliard krónur.

Málið má verða at útvega eina skilagóða fígging til hesa verkætlanina, so arbeiðið kann byrja skjótast møguligt og tunnilin takast í brúk um góð 4 ár.

Verkætlanin fyriskipast av privatum felag

Skálafjarðartunnilin skal eftir ætlan gerast av einum privatum felag. Hetta kann tryggja, at íløgan verður gjørd skjótt, effektivt og so bíligt sum gjørligt. Harafturat vil landið ella landskassin eisini sleppa undan at taka lán og/ella ábyrgdast fyri skuld.

Samfelagsgagnlig íløga

Skálafjarðartunnilin er ein av teimum samferðsluverkætlanum, sum vil verða til gagn fyri alt tað føroyska samfelagið.

Miðstaðarøkið í Føroyum verður heilt broytt við Skálafjarðartunnlinum, av tí, at báðir “armarnir” á Skálafjørðinum og Eysturoyggin og Suðurstreym, verða bundnir saman.

Henda íløga og broyting hevur við sær eitt stórt búskaparligt virði fyri tað føroyska samfelagið, sum verður mett til góðar 100 mió. kr. um árið. Talan verður um sparda koyritíð, sum fyri ein á Skálafjørðinum merkir 1½ tíma meira við hús pr. dag, ið svarar til 1 heilan arbeiðsdag um vikuna, sparing í brennievni (bensin og olju), minni slit á vegir og akfør, og færri ferðsluóhapp. Harafturat verður talan um minni dálking av umhvørvi og náttúru.

Skálafjarðartunnilin eigur at verða gjørdur so skjótt sum gjørligt. Hetta verður til stórt gagn fyri tey ferðandi, vinnulívið og samfelagið – tí hastar tað at gera Skálafjarðartunnilin.

Eg fari áhaldandi at stríðast fyri, at Skálafjarðartunnilin hesaferð gerst veruleiki.

Alfred Olsen

Sambandstingmaður