Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnilin – now or never

Fyri Miðflokkin hevur tað ongantíð verið ein aðalspurningur, um Skálafjarðartunnilin skal gerast av tí almenna ella av privatum. Fyri Miðflokkin hevur tað allan týdningin, at tunnilin verður gjørdur, ongantíð ov skjótt. Av somu orsøk er Miðflokkurin í teirri støðu, at vit bæði hava stuðlað eini ætlan í CHE-samgonguni at lata landið byggja tunnilin, samstundis sum vit undir ABC-samgonguni í tíðindaskrivi hava boðað frá, at vit taka undir við eini privatari loysn.

Tí harmar tað meg almikið, at spurningurin um alment/privat aftur verður gjørdur til ein aðalspurning. Detta vit aftur í ta grøvina, ganga heilt víst mong ár afturat, til vit fáa undirsjóvartunnil undir Tangafjørð. Tessvegna havi eg sum tingmaður í samgonguni frá fysta degi stuðlað Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, at gera avtalu við eitt privat felag, sum vil lyfta hesa stóru uppgávu. Ongin kennir váðan, og hann kann ikki roknast út fyri komandi 30 árini. Ongin veit, hvussu samfelagið fer at flyta seg í so longum tíðarhøpi. At fáa serfrøðingar at gera sínar útrokningar er ongin loysn. Tær verða í besta føri metingar, sum verða bygdar á óvissar og ókendar framrokningar.

Fyri 50 árum síðani vóru ongir tunlar í Føroyum. Høvdu serfrøðingar tá gitt um framtíðina, ivist eg í, hvussu nógvir kundu sagt okkum, at eftir aldarskiftið verða 16 tunlar og 2 undirsjóvartunlar í Føroyum. Hava vit gloymt, hvussu fólk hildu lítið um visjónirnar hjá Jógvani við Keldu um undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð?

Tað eru avgjørt tvær síður av hesi søk. Øðrumegin verður hugsað stórt um gullhønina, sum skal verpa fígging til bæði Sandoyartunnil og annað við. Hinumegin lúrir váðin við samfelagsligum broytingum. Tá hetta er ein risaverkætlan og ein risaváði fyri omanfyri milliardina fyri almennu Føroyar at fara undir, samstundis sum ein milliard ikki er øll verðin hjá útlendskum peningatangum, burdi málið verið lætt at tikið støðu til. Vit eiga at fegnast um, at útlendskur peningur er tilreiðar at fremja hesa fyri Føroyar so týðandi verkætlan heilt uttan almanna íblanding. Tí fari eg framvegis at stuðla samgonguni og Kára P. Højgaard at gera sáttmálan við privata felagið. Eg haldi tað vera eitt bragd av landsstýrismanninum at hava funnið fram til íleggjarar, sum tora at taka á seg hendan váðan.

Ymsar royndir verða gjørdar at skjóta ætlan samgongunnar niður. M.a. verður sagt, at atknýttar vegagerðir koma at kosta nógvar milliónir. So er ikki. Felagið kemur at gera allar neyðugar íbindingar til høvuðsvegakervið, og verður hetta roknað inn í samlaðu verkætlanina. Sostatt verður ikki talan um avleiddar vegagerðir. Eisini hevur verið borið fram, at landsstýrismaðurin í sáttmálanum vil tryggja felagnum ein minsta vinning. So er ikki. Hinvegin hevur landsstýrismaðurin sett loft á møguleikarnar fyri avkasti til privatu íleggjararnar. Og fyri suðurøkið síggi eg hesa privatu loysnina sum møguleikan fyri, at tað almenna kann brúka sína fíggjarorku til í fyrsta umfari ein undirsjóvartunnil til Sandoynna.

Mín vón er, at stutt eftir Ólavsøku verður sáttmálin undirskrivaður, so farast kann í gongd. Og soleiðis at koyrandi verður gjøgnum Skálafjarðartunnilin í 2018.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin