Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnilin – hvørjir eru møguleikarnir?

Nú hava nógv ymisk alternativ verið frammi, um hvussu Skálafjarðartunnilin skal byggjast og fíggjast – og man skuldi trúð, at fyri okkum Eysturoyingar er hetta ein trygd fyri, at okkurt so í øllum førum verður gjørt. Persónliga stúri eg kortini eitt sindur fyri, at úrslitið verður tað sama, sum tað hevur verið tey farnu árini – at einki hendir. Hugsaði her at taka eina gjøgnumgongd av møguleikunum fyri, hvussu verkætlanin kann fyriskipast.

Almennan tunnil eftir leistinum hjá Aksel og Bjørt

Tingfólk úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum mæla til, at vit gera eitt alment partafelag, sum skal byggja Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin, og síðan skal henda íløgan verða fíggjað av brúkaragjøldum av Skálafjarðartunnilinum - saman við tí sindri, sum Sandoyartunnilin gevur. Tey hava sett upp eina fíggjarætlan, men meti eg hesa tøl verða sera bjartskygd og órealistisk.** Setti teimum nakrar spurningar fyri góðum 2 vikum síðan, men havi ikki fingið svar uppá hesar. Her eru nakrir teirra:

- Tey meta, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta eina milliard, meðan veruligi kostnaðurin helst verður 100-500 milliónir hægri

- Tey meta, at Sandoyartunnilin fer at kosta 700 milliónir, meðan veruligi kostnaðurin helst verður 100-300 milliónir hægri

- Tey meta rentuna til 3% øll árini – meðan eg meti tað ikki verða sannlíkt, at hon heldur sær so lágt so leingi

- Kredittmetingin hjá Moody´s versnar, tá Landskassan skal læna ella veðhalda fyri góðar 2 milliardir afturat. Hetta kemur sjálvsagt at dýrka verandi lán, og ivist eg í, um hesin meirkostnaðurin er tikin við í útrokningarnar

- Rakstrarútreiðslurnar er mettar alt ov lágt – helst eiga tær at verða minst tvífalt so høgar.

- Eri sjálvur eisini ivasamur um ferðslumetingarnar – t.d. um umleið 1.500 bilar fara at koyra millum Runavík og Strendur um dagin - aftur og fram.

Samanumtikið trúgvi eg als ikki, at hendan verkætlanin hongur saman, og eri eg tí ímóti henni. Harumframt gongur tað útyvir rættvísiskensluna hjá nógvum Eysturoyingum, at Norðoyingar og Vágafólk skulu gjalda minni enn helvtina av sínum tunlum, meðan Eysturoyingar skulu gjalda allan okkara - og so Sandoyartunnilin eisini.

Skálafjarðartunnil í partafelag saman við verandi tunlum

Í uppskotinum hjá Aksel og Bjørt skal Skálafjarðartunnilin bera kostnaðin av tveimum tunlum – og trúgvi eg persónliga ikki, at hann megnar tað. Í hesum uppskotinum, sum m.a. BankNordik vísir á, skulu tríggir tunlar bera kostnaðin av Skálafjarðartunlinum – og er hetta nakað heilt annað - fíggjarliga eri eg sannførdur um, at hetta felagið hevði megnað at hildið allar sínar skyldur. Helst hevði hetta sterka felagið eisini at hava fíggjarliga orku til at byggja Sandoyartunnilin um nøkur ár.

Sjálvur dámar mær væl hetta uppskotið, men trupulleikin er, at ikki trúgvi, at tað fæst ein politiskur meiriluti fyri uppskotinum, og tí nyttar tað sum so einki, at uppskotið er gott.

- Vágafólk verða mest sannlíkt ímóti, tí tað inniber at tey framhaldandi mugu gjalda bummgjøld

- Norðoyingar verða mest sannlíkt ímóti, tí tað inniber at tey framhaldandi mugu gjalda bummgjøld

- Sandoyingar og Suðuroyingar verða mest sannlíkt ímóti, tí tað inniber, at landið byggir eina alternativa farleið til Eysturoynna áðrenn vit byggja lívæðrina suðureftir

- Fleiri havnarfólk eru ímóti, at Skálafjarðartunnilin verður bygdur – helst tí, at tey eru bangin fyri kapping millum økini - og tí sjálvsagt eisini ímóti hesum mátanum at byggja hann uppá

Skálafjarðartunnilin einsamallur í eitt alment partafelag

Hetta er nokk tann einasta loysnin, har man kanska kann fáa ein poltiskan meiriluta fyri einum almennum tunli. Men hendan loysnin kemur at skuldarbinda landið rættliga nógv og hevur avgjørt ein váða við sær – landskassin má nevniliga veðhalda, tí at annars verður rentan ov høg og sannlíkindini yvirhøvur at fáa fígging munandi verri. Somuleiðis hevur hendan loysnin eisini við sær, at landið tekur alternativu farleiðina til Eysturoynna frammum lívæðrina til suðurøkið.

Skálafjarðartunnilin í eitt privat felag

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur viðgjørt uppskotið um Føroyatunlar, og í hesum svara tey, at best er um tunnilin verður gjørdur almennur, tí at hetta helst kemur at hava við sær lægri brúkaragjøld.

Men tey siga víðari, at hvussu víkir og vendir, er tað mest avgerandi at tunnilin verður gjørdur, og at tað ikki má henda, at øll uppskotini verða vrakað. Eg eri samdur við Arbeiðsgevarafelagnum í teirra niðurstøðu og vóni ikki, at øll eyka uppskotini hava við sær, at einki kemur burturúr - til stóra fragd fyri nøkur.

Reimund Langgaard

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin