Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnilin - ein mennandi verkætlan

Gongdin í seinastuni í tunnilsmálinum

Eg fegnist um, at samgongan stendur saman um at lata privatum felag loyvið at gera og reka ein Skálafjarðartunnil.

Tað er mín áheitan til okkum øll, sum vilja, at Skálafjarðartunnilin skal fremjast í verki, at vit standa saman.

Tað er gott at lesa og síggja, at borgarstjórar/kommunustýri, fólkið her í økinum og aðrastaðir, privata felagið og samgongan, hava staðið og framvegis standa saman um verkætlanina.

Eg harmist kortini um mótstøðuna og negativitetin frá ávísum politiskum flokkum og fjølmiðlunum.

Skálafjarðartunnilin - ein fortreyt fyri menning

Skálafjarðartunnilin hevur sín uppruna og er sprottin fram í fólkinum og umhvørvinum á Skálafjørðinum. Tí inniheldur verkætlanin eina fólksliga undirtøku, sum er einastandandi.

Tunnilin kemur at hava við sær framburð, menning, trivna o.a. fyri okkum øll - serliga her í miðstaðarøkinum.

Skálafjarðartunnilin er skipaður eftir einum frymli, sum áleggur tí privata felagnum allan váðan, meðan tað almenna ongar ábyrgdir og skyldur fær, uttan at geva felagnum loyvið til at fara í holt við tunnilin.

 Kanningar í sambandi við verkætlanina

Kanningarnar vísa, at verður ferðslan 4-5.000 akfør um døgnið gjøgnum Skálafjarðartunnilin, so kemur hetta at minka um ferðsluna á vegastrekkinum millum Skipanes-Sund, so nógv, at munandi minni slit verður á vegin og spard verða góð 80 tons av olju um vikuna, sum positivt merkir minni dálking av okkara vakra umhvørvi.

Skálafjarðartunnilin áleggur heldur ongum borgara í Føroyum, sum ikki brúkar tunnilin, nakrar útreiðslur - líkamikið um hesin býr í Sumba, í Tórshavn, á Skálafjørðinum ella á Viðareiði. Verkætlanin vendir sostatt eisini sosialt rætt, við tað, at íløga og rakstur av tunnilin verður goldin av brúkarunum, meðan øll onnur onki koma at gjalda.

Skálafjarðartunnilin tryggjar eisini ferðsluna, norður og suðureftir. Sum støðan er í dag, vil ein stongsul av vegnum Millum Fjarða blokera alla ferðslu, meðan tunnilin kemur at tryggja, at ferðslan kann koyra ótarnað. Tunnilin vil redusera vegastrekkið munandi og vil, alt annað líkað, hava við sær størri ferðslutryggleika.

Skálafjarðartunnilin vil hava eitt gagnligt búskaparligt árin uppá góðar 2 mió. kr. um vikuna og sparda koyritíð fyri brúkararnar uppá góða ½ mió. tímar um árið.

Skálafjarðartunnilin við rundkoyring, sum lúkar øll verandi krøv, er bæði tann bíligasta og mest orkusparandi verkætlanin og eigur at verða framd í verki.

Eg havi her víst á nakrar positivar avleiðingar og kundi nevnt fleiri.

Samanumtikið vil tunnilin avgjørt hava við sær, at vit fáa trivna, framburð og menning av tí Føroyska samfelagnum. Tí eigur Skálafjarðartunnilin at verða gjørdur so skjótt sum gjørligt.

Latið okkum tí nú, sum áður, standa saman um Skálafjarðartunnilin.

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin