Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SKÁLAFJARÐARTUNNIL

Uppskot er á Tingi um at lata loyvi til eitt partafelag at gera ein tunnil ímillum Sund og Skálafjørðin. Tunnilin hevur eina rundkoyring á 75 metra dýpi í millum Strendur og Toftir, og eina uppkoyring við Sjógv, og eina við Toftavatn. Ein kann ivast í um 75 metra dýpi er nóg mikið fyri at koma undir morenutilfarið frá ístíðini.

Kostnaðurin sigst vera á leið eina miljard krónur.

Uppskotið er sera leskiliga lagt upp, og stórt arbeiði er lagt í. Helst hevur tað ikki kostað so lítið.

Seismiskar kanningar, royndarboringar, verkfrøðiarbeiði og fíggjaruppsetingar og mangt annað.

Kostnaðin hevur partafelagið helst goldið.

Tekniska verkætlanin er á donskum, so helst hava danir eisini verið við í arbeiðinum. Lív og táverandi íslendska Kaupting eiga felagið.

Nú man tað so vera Lív og Eik.

Annars byrjaði hetta við at ein áhugabólkur fór undir at seta ætlanina út í kortið í 2002. Áhugabólkurin seldi so hugskotið til partafelagið fyri partabrøv og onkur fyri reiðan pening, meðan onkur ikki komdi sær tað av gegnishøpi.

Fara vit so aftur um glansbílætamyndirnar og fara at hugsa um ætlaði tunnilin er samfelagsliga bestur er myndin ikki so ovurhonds glinsandi.

Á netinum kann síggjast hvussu ætlaniner at gera Skálafjarðartunnilin.

Hendan er eisini víst í Sjónvarpinum og tað sá sera lokkandi út um ein heldur at hetta er ”sakin”.

Koyrast skal úr Tórshavn og inn á Sund, síðani inn til ímillum Toftir og Strendur, har ein antin fer til Toftavatn ella á Strendur.

Ein langur tunnil sum væntandi kostar á leið eina miljard.

Innlendisráðharrin, Annika Olsen, leggur fram uppskotið fyri Løgtingið í hesum døgum.

Hetta kitlar helst eggjandi í fólkaflokkinum, tí verkætlanin sigst vera sokallað ”privat”.

Í seinasta enda er tað eins, - um ein ætlan er almenn ella ”privat”, - tí tað eru vit øll ið her búgva ið skullu gjalda gildið, so ella so.

Køn fólk á økinum eru annars sannførd um at vit fingu væl bíligari oyggjatunnlar um Landsverk gjørdi teir, og soleiðis kundi kanska eisini sloppist frá bummgjaldinum, sum jú darvar samfelagsgagninum av íløguni.

Í hesi ætlan sær út til at fremsti vegakøni myndugleiki okkara, Landsverk, er koblaður burturúr, og tað er stórt spell.

Kanska eiga vit at viðgera málið neyvari soleiðis, um hetta verður gjørt, at úrslitið verður sum frægast, ella betri enn tað nú sær út.

Tá Sjónvarpið spurdi innanfólk hvat tey dámdu ætlanina svaraðu øll at tey dámdu hana væl, tí so varð so stutt til Havnar.

Men um Streymoyarendin kemur upp á Hvítanesleiðini, so er væl styttri til Havnar. Eisini slepst undan tí alstóra arbeiði inni á Sundi har alt øki verður mest sum avtaglað við vegum, og nógvir hundrað metrar av verandi vegi fara fyri skeyti.

Vil tí ditta mær at koma við eini aðrari linjuføring, sum er styttri og hevur kanska eini 6-7 kilometrar minni til Tórshavn.

Tað sparir væl av brennievni og CO2-útláti.

Eisini er henda linjuføring helst væl ódýrari.

Nøkurlunda hesi linjuføring hava teir eisini arbeitt við, men slept aftur.

EIN BETRI LEIÐ?

Farið verður av Saltnesi í gjøgnum fyrst eini 600 metrar av vanligum tunnli og síðani í gjøgnum ein á leið 600 metra rørtunnil og so aftur í 600 metra vanligan tunnil, ið kemur upp vestan fyri Høvda á Strondum. Har verður ein rundkoyring.

Hesin tunnil er eini 1800 metrar.

Síðani koyra vit út á Raktanga, og í oyggjatunnilin.

Longdin á honum verður á leið 8000 metrar.

Hesin fer suður á Flesjar, og har frá í boga yvir á Hvítanes og inn í Sandvíkar, har ein rundkoyring verður.

Um seismiskar kanningar vísa betri útlit her enn á Tangafirði er møguleiki fyri styttri longd um Hvítanesleiðina.

So kann veljast at fara stytstu leið til Tórshavn ella inn um Kallanes til komandi ætlaða atkomuvegin til høvuðsstaðin. Hesin ytri ringvegur var annars skilabetri um hann fór frá Sandvíkahjalla og niðan til ytra ringveg.

Sjálvandi er eisini møguleiki fyri at snara tunnilsvegaføringina soleiðis at vegurin kemur í eina rundkoyring har omankoyringin er til Hvítanes.

At fara av Raktanga og suður á Flesjar liggur væl fyri tí har er grunt. Tað kemur helst av at tá ístíðin var hava gletsjarirnir mata av Skálafirði og Tangafirði, og ikki tikið undirlendið av Raktanga og suður eftir við sær. Men helst er eins nógv av morenutilfari ímillum Flesjarnar og Hvítanes og tað er á Tangafirði. Eini 75 metrar frá botninum og niður á hellu.

Løgið er at vit vilja hava minst 50 metrar av hellu frá føstum botni og niður til tunnilsloft. Tað svarar til næstan tjúgu húsahæddir. Tíggju húsahæddir átti at veri nóg mikið. Annað er um tað er rætt at fylgja norskum tunnilsnormum sum nú krevja hægst 60 promillu hall. Landsvegir hava sum kunnugt helst mest 80 promillur.

Eitt annað sum er mesrkisvert við verkætlanini er at ætlanin er at hava tríggjar vegabreytir, tí øll vegakunning sigur at tríggjar vegabreytir eru vandamiklastu vegir ið gjørdir eru nakrantíð, og hava munandi fleiri vanlukkur og deyða við sær. Og ikki at tala um eldsbrunar í vanlukkum.

Vit hava ikki roynt at gera ”søkkitunnlar” í Føroyum. Men tað er roynt manga staðni við góðum úrsliti.

Fleiri halda at tað er væl dýrari enn at bora og sprongja. Tað passar helst.

Aftur í móti eiga vit at rokna samfelagsvinningin út, við at spara longd og dýpd. Kanska kunnu vit skapa nýggja kollveltandi tøkni við at nýta niðurgrivin stálrør sum stoypt verður rundan um.

Annað er hvussu ferðslan til eysturbygdirnar og Norðoyar kann skipast best. Lítil ivi er um at frægast er at fáa hana inn eftir vestara armi á fjørðinum, og eina ferð í tíðini gera tunnil úr Skálafirði og eystur um. Hetta liggur best fyri um tunnilin kemur upp á Raktanga

Vónandi er at Løgting og avvarðandi myndugleikar vilja taka hesi sjónarmið við í málsviðgerðina sum vantandi stendur fyri framman.

MEN

At enda vil eg siga okkurt um oyggjatunnlar.

Eysturoyggin hevur fast samband. Gott nokk er tað langt og kann gerast styttri og ómakaleysari við Skálafjarðartunnlinum.

Men hugsa vit samhaldsfast um lítla land okkara so vita vit at eini 7 oyggjar nokso lættliga kunnu knýtast saman við meginøki um oyggjatunnlar. Tað kostar, men sum tíðin líður spara vit tað innaftur við spardum ferjuútreiðslum.

Soleiðis kunnu vit eisini vaksa um landið.

”Bygdamenningin” verður á einum øðrum og hægri støði.

Vit eru so mikið smá at vit einans kunnu megna at hava ein veruligan kraftdepil í landinum. Og hann má vera sentralt.

Knýta vit landið saman við oyggjatunnlum eru vit munandi nærri hvør øðrum enn tey íð búgva í eitt nú London, Keypmannahavn ella New York.

Man ikki vera samhaldsfastari og skilabetri at knýta Hest, Sandoy, Skúgvi, Dímun og Suðuroy í meginøkið áðrenn farið verður undir Skálafjarðartunnilin?

Og eiga vit ikki eisini at fáa Svínoy og Fugloy og kanska aðrar oyggjar ”uppí” Føroyar?

Eigur Løgtingið ikki at samtykkja eina stóra víðsjóna ætlan har vit knýta landið saman og vaksa um lítla land okkara? Og eiga vit ikki at gera tað samhaldsfast? Eins og víðu sjónirnar um SEV fyri seksti árum síðani? Og eins og vegakervið er útbygt síðani Mikkjal Helmsdal, við góðum fólki, veruliga fór til verka í fimmtiárunum?

Hetta loysir seg sum tíðin líðir í spardum ferjuútreiðlum umframt hópin av øðrum fyrimunum.

Men um Løgtingið samtykkir at Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst, so ynski eg inniliga fyri føroyska samfelagið at hann verður framdur so optimalt sum møguligt.

Vinarliga

Hanus Vang, verkfrøðingur

LAGT VIÐ: Planur av ætlaða Skálafjarðartunnlinum og eini skilabetri linjuføring.