Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skal vera fíggjarliga ráðiligt at selja almenn grundstykkir

Dan Klein --- 15.03.2017 - 07:56

Tað ereitt krav, at søla av kommunalum grundstykkjum til ein lágan marknaðarprís bert kann fara fram, um hetta má metast at verða meiri fíggjarliga ráðiligt, enn at bíða eftir betri tíðum, og við hesum hægri prísum, og at kommunurnar skulu tryggja, at borgarar ikki eru fyri mismuni, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í svari til Heðin Mortensen, úr Javnaðarflokkinum.

Svar upp áfyrispurning nr. 53/2016 eftir § 52 a í tingsskipanini um at luta út kommunal grundstykki, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni

Spurningurin var soljóðandi:
1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar reglur galda, tá kommunur luta út kommunal grundstykki undir kostprís? 
2.Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja, at borgarar ikki eru fyri mismuni, tá kommunur luta út grundstykki?

Svar:
Til nr. 1:
Fastognir hjá kommununi skulu sum meginregla bjóðast út alment, áðrenn ognin verður seld, sbrt. § 44, stk. 1 í kommunustýrislógini. Nærri reglur hesum viðvíkjandi eru ásettar í kunngerð nr. 122 frá 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn. 

§ 2, stk. 1, nr. 4 í kunngerðini ásetir, at kommunal fastogn tó ikki nýtist at verða boðin út alment, um talan er um kommunalar útstykkingar o.l., har tillutan og prísáseting fara fram eftir frammanundan ásettum reglum. Her er talan um kommunala grundstykkjasølu, har prísurin á samanlíknandi ognum vanliga er tann sami. Fyritreytin fyri hesum er tó, at prísurin verður ásettur eftir sakligum leiðreglum, og at kommunan hevur sakligar leiðreglur at tilluta stykkini eftir. Hetta kann t.d. gerast við, undir ávísum treytum, at seta møguligar keyparar á bíðilista, soleiðis at tað ikki verður tilvildarligt, hvør fær tilboð um at keypa ognina. 

Siðvenjan hevur leingi verið tann,  at kommunur veita byggibúna jørð til borgararnar. Endamálið er at syrgja fyri, at neyðug grundstykki verða fingin til vega, soleiðis at menningin av kommununi heldur fram, og soleiðis at planlegging og býarmenning í kommununi kann stýrast. 

Vanliga verður mett, at søla av kommunalum grundstykkjum skal verða til marknaðarprís. Á henda hátt verður ólógligur stuðul ikki veittur til persónar, vinnuvirksemi ella onnur við sølu av kommunalum grundstykkjum. Kravið um, at søla av kommunalum grundstykkjum skal verða til marknaðarprís, hevur við sær, at ein kommuna:

• ikki kann selja til kostprís, um marknaðarprísurin liggur hægri enn kostprísurin. Ein kommuna kann tískil hava eitt yvirskot um marknaðarprísurin er høgur. 

• kann selja til ein lágan marknaðarprís, hóast kostprísurin ikki kemur innaftur til kommununa. Hetta merkir, at ein kommuna kann hava undirskot, um marknaðarprísurin er lágur.

Tað er tó eitt krav, at søla av kommunalum grundstykkjum til ein lágan marknaðarprís bert kann fara fram, um hetta má metast at verða meiri fíggjarliga ráðiligt, enn at bíða eftir betri tíðum, og við hesum hægri prísum. Hetta merkir, at um ein kommuna hevur keypt og gjørt grundstykkir byggibúgvin út frá tí meting, at hetta er fíggjarliga ráðiligt, men at tað seinni vísir seg, at tað mest fíggjarliga ráðiliga er at selja grundstykkini, hóast marknaðarprísurin ikki dekkar samlaðu útreiðslurnar, so er ein tílík søla lóglig. 

Tað kann vera torført at áseta ein marknaðarprís, og prísásetingin verður tá ofta í stóran mun ein ætlandi virðismeting. Tað er kommunan, sum skal gera eina meting av, hvat marknaðarprísurin er. Tá ið kommunan ger eina slíka meting, hevur hon eitt ávíst rásarúm til at seta prís á ognina. Um tað seinni vísir seg, at prísurin, sum kommunan hevur ásett, er ov høgur, er tað upp til kommununa at meta, um prísurin møguliga skal lækkast. Tá ið kommunan ger hesa meting, skal hon taka støðu til, um tað er fíggjarliga ráðiligt at lækka prísin, ella um kommunan í staðin skal bíða eftir betri tíðum.
Til nr. 2:

Tað eru kommunurnar, sum skulu tryggja, at borgarar ikki eru fyri mismuni.

Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við kommununum, sbrt. § 48 í kommunustýrislógini. Í hesum sambandi hyggur landsstýrismaðurin eftir um kommunurnar halda galdandi lóggávu.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 14. mars 2017

Sirið Stenberg
landsstýrismaður