Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skal útróðurin við snellu fara í søguna?

Ja, um einki verður gjørt so verður tað helst sum yvurskriftin rør frammundir. Útróðurin – serliga snelluútróðurin – eigur ongan góðan í Løgtinginum. Tvørturímóti: nú í fleiri ár hava vit bert upplivað okkum mótarbeiddar av Landsins Mynduleikum. Eingin flokkur er undantikin.

Tað skortar tó ikki uppá gylt lyftir og vakrar, afturlítandi sentimentalar røður um alt vit skylda útróðrinum. Men tá tað so kemur til at handlast skal - so er ørvísi.....Tað ljóðar helst ógvusligt, men vit uppliva at vit ferð eftir ferð fáa ein knív í ryggin av teim fólkavaldu....

Vit meina her einamest við at okkara trygga A fiskiloyvi yvur eina nátt varð tikið frá okkum og vit í staðin blivur niðurklassaðir til B fiskarar....í sama klassa sum einhvør frítíðarfiskari sum hava teirra tryggu føstu almennu og privatu inntøkur at duva uppá. Nakað útróðrarmaðurin ikki hevur..

Tann stóri vandin við B loyvinum er at okkara livigrundarlag kan verða burtur eftir sera fáum døgum um fiskur kemur aftur á grunnarnar.

Vit áttu í nógv ár egnar fiskidagar líka sum allir aðrir vinnuligir veiðubólkar. Dagatalið lá oftast um 100 – 115. Hetta vóru fiskidagar sum einstaki útróðrarmaðurin átti og kundi nýta eftir bestu sannføring og ætlan. Krøvini vit skuldu liva upp til vóru rímulig. Vit skuldu avreiða fyri umleið 84.000 kr. hvørt árið og ikki máttu vit hava so nógv í A-inntøku frá aðrari vinnu.

Ógvuliga knappliga bleiv hettar broytt: nú skuldu vit fiska fyri minst 400.000 pr. ár. Megnaðu vit ikki tað mistu vit okkara egnu dagar og fingu eitt B loyvi har allir bátar í bólkinum hava felags dagar.

Við tí sera vánaliga standinum í botnfiskastovnunum – og hartil eisini rættiliga lágum fiskaprísum – er nærum ógjørligt hjá einsamallum snellumanni at fiska fyri 400.000. Í dag er hettar ikki akuttur trupulleiki tí fiskiskapurin er søguliga lágur og ikki allir felagsdagarnir vera nýttir. Men tann dagin tá fiskiskapurin ferð at líkjast tí hann var fyrr – og tað mugu vit trúgva og vóna bert er ein tíðarspurningur – tá fara fleiri 100 bátar við B loyvum knappliga at fiska – og so er felagsdagarnir uppi uppá fáar dagar.

Minni enn eina vika kan tað taka. Og so standa vit har við ongari inntøku og dýrum bátum at forrenta. Miðal útróðrarmaðurin er í dag ikki nakar unglingi og útlitini til at fáa annað arbeiði eru sera ivasom.
Um somu tíð sum niðurklassingin til B loyvi var framt vóru eisini treytirnar til at kunna fáa minstaforvinning munandi skerdar. So støðan er í dag at snellumaðurin er kanska tann einasti sum als onga inntøkutrygd hevur.

Vit vita um nógvar útróðrarmenn sum sum upplivdi hesar ógvusligu broytingar so nirðandi og tungar at teir góvust. Og í dag eru sera fáir fullriknir snellubátar eftir. Verður einki gjørt so verður bráður endi. Ynskja vit tað?

Eru hettar virðilig kor at bjóða eitt av elstu yrkum landsins? Á mangum smáplássi og á útoyggj er nærum einasti inntøkumøguleiki útróður. Hevði ikki verið betur at stuðla smáplássunum við at veita útróðrinum sámuliug kor?** Hettar bræv er á ongan hátt nøkur atfinning at línuútróðrinum. Teir hava ikki hendan trupulleikan við avreiðingarkravinum. Vit unna teimu av hjarta at hava egnar fiskidagar. Men línudriftin er munandi meir krevjandi enn snelludriftin – og kan heilatikið als ikki samanberast við gamla útróðurin við snøri ella snellu. Og hóast teirra avreiðingartøl eru hægri, so eru teirra útreiðslur eisini væl hægri – og flestu teirra hava helst ikki meira eftir á botnlinjuni tá árið fer at halla enn snellumaðurin

Nú verður val fyrsta dagin. Vit vilja hervið heita á øll valevni at geva hesum spurningum gætur – og gjarna melda greitt út hvørt tey eru fús at geva okkum okkara gomlu rættindi aftur og annars vilja samstarva við teir fáu útróðrarmenn sum eftir eru fyri at lívga um snelluútróðurin so hann hevur eina framtíð eisini.

Vit heita á øll sum eru góð við útróðurin at reisa hesar spurningar á veljarafundum og í samrøðum við valevnini.

Við heilsan 

Nevndin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag