Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skal koyriteknisk breyt gerast veruleiki, mugu allar góðar kreftir lyfta í felag

Røða til ársfundin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd:

Í sambandi við ársfundin hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd tann 18. apríl 2013 helt Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hesa røðu: “Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í ár verður varpað ljós á tvey evni, undirvísingartilfar til fólkaskúlan og koyritekniska breyt í Føroyum.

Síðani seinasta ársfund er arbeiðið við at kanna møguleikan at fáa eina koyritekniska breyt í Føroyum farið í gongd aftur. Í februar í ár fekk eg undirtøku í landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við hesum málinum, og nú er arbeiðið sett í gongd fyri at vita, um tað eru kommunur ella privatir partar, sum eru áhugaðir at vera við til at fíggja eina koyritekniska breyt.

Eg meti, at ein koyriteknisk breyt hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, og í flestu grannalondum okkara er krav um undirvísing á koyritekniskari breyt lógarfest. Ein koyriteknisk breyt er eisini ímillum tilmælini í álitinum : Ávegis til Nullhugsjónina umframt í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2008 til 2015.

Nú arbeiðið at fáa eina koyritekniska breyt í Føroyum er tikið upp aftur, hevur tann spurningurin verið settur fram í bløðunum, um undirvísing á einari koyritekniskari breyt kann vera ein følsk trygd? Spurningurin hevur støði í tveimum norskum kanningum frá ávikavist 1988 og frá 1996; tað vil siga frá einum tíðarskeiði, tá koyritekniskar breytir vóru eitt rættiliga nýtt fyribrigdi í øllum norðanlondum.

Hesar kanningarnar hava verið sagdar at hava eina neiliga støðu til koyritekniskar breytir, og tær hava verið tiknar fram hvørja ferð, at talan hevur verið um at fáa eina koyritekniska breyt í Føroyum.

Í frágreiðingini um koyritekniska breyt í Føroyum hevur arbeiðsbólkurin viðgjørt hendan spurningin, og arbeiðsbólkurin er komin til ta niðurstøðu, at norsku kanningarnar ikki frámæla undirvísing á koyritekniskari breyt, men hinvegin koma kanningarnar fram til, at frálæran í ov stóran mun hevur snúð seg um, at geva næmingunum ein koyriførleika og ikki um at broyta teirra hugburð í ferðsluni. Niðurstøðan av kanningunum er tí, at frálæran í størri mun eigur at snúgva seg um at geva innlit í vandaviðurskifti og at geva innlit í egnar avmarkingar í ferðsluni.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt frágreiðingina um koyritekniska breyt, hevur tikið hetta til eftirtektar og mælir tí til, at vit í Føroyum ikki bert gera eina koyritekniska breyt, men ein koyritekniskan trygdardepil, har arbeiðast kann miðvíst við hugburðsskapandi og hugburðsbroytandi koyrifrálæru.

Eitt er í hvussu so er vist, at um ein koyriteknisk breyt skal kunna gerast veruleiki í Føroyum, er alneyðugt, at allar góðar kreftir lyfta í felag; gera vit ikki tað, verður uppgávan ómøgulig at loysa.”