Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skal doyvast at halda kjaft

Gamlar perlur: Páll Suni Joensen, úr Lopra: - Eg havi fingið at vita frá Karini Kjølbro, at eg skal mentalkannast, og ongan rætt hava til verja. Hon sigur, at eg skal dømast til tvangsmedisinering fyri at hava hótt ársins leiðara... 

Hetta stóð at lesa í Oyggjatíðindum 5. februar 2010.

Síðani tá er Páll Suni Joensen, dømdur, men tað fara vit helst at hoyra meira um. Undan jólum hevði leiðarin á Kriminalforsorgini, Karin Kjølbro, boðað Páll Suna Joensen, úr Lopra frá, at hon skuldi hava eitt prát við hann triðja jóladag.

Orsøkina segði konan úr Havn vera, at Páll Suni var meldaður fyri at hava hótt ársins leiðara, og tað var hennara uppgáva, at fyrireika eina revsisak fyri fútan, sum skuldi førast í rættinum og endað við, at Páll Suni skuldi medisinerast at finna seg sjálvan aftur.

- Tú hevur fyrr verið so fittur og klárað teg so væl, segði Trullan so mammuliga við Páll Suna, sum bara mintist, at hann um ta tíðina, var so væl medisineraður, at hann dugdi hvørki at skriva ella at lesa. Tann førleikan hevði Páll fingið aftur við at avrúsa seg sjálvan, og tað gekk ikki.

Tá hann so haraftrat fór at spyrja eftir hvat var hent hesi árini, hann hevði verið so bedøvandi líkaglaður um alt, sum var fyrifarist rundanum hann, gekk ikki longur.

Thormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psyk, fann seg ikki í at skula svara spurningum um tíðina, hann sjálvur hevði ábyrgdina fyri Pálli, og nú hann er blivin kendur og skuldi veljast til ársins leiðara ( í seinastu viku), gekk ikki at seta spurnartekin um nakað, sum helst.

Í staðin fyri sakliga at svara munnligum og skrivligum spurningum, hevur leiðandi yvirlæknin valt at taka rættin frá Páll Suna, at svara fyri sær. At hjálpa sær, brúkar hann fútan, sum letur ein sosialráðgeva gera sítt arbeiði, sum mest av øllum minnir um russiskar tilstandir, tá umráddi at passifisera politiskar andstøðingar.

Tað hevur nevniliga ikki gingið stillisliga fyri seg, at maðurin úr Lopra ikki hevur fingið svar. Hann hevur gingið í berum undirbuksum út á Akrar, at vitja landsstýrismannin, Jacob Vestergaard. Hann hevur eisini gingið túrin hálvnakin til Hergeir Nielsen, løgtingsformann, sum báðir høvdu djúpastu samkenslu við forfylgd manninum.

Í samband við straffisakina, er Páll Suni mentalkannaður eftir boðum frá fútanum. Og hann skal mentalkannast einaferð aftrat - uttan at ein dómari hevur verið inn yvir sakina. Karin Kjølbro hevur eisini noktað mær advokat-verju, sigur Páll Suni, sum kortini fer at leita sær løgfrøðisliga hjálp.

Men fyribils er avgjørt, at Páll Suni Joensen, skal doyvast at halda kjaft. hann skal mummifiserast livandi.

Síðani hesa grein er Páll Suni Joensen, dømdur til fimm ára medisinering. Hann skal sostatt læra, ikki at órógva yvirlæknan við spurningum sum, t.d.: - Hvat hendi tey árini, eg var doyvdur frá hesum heimi?!