Skaðanevnd og ferðslutrygd
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur 9. februar sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um Skaðanevnd og ferðslutrygd. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn
Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í verk neyðugt kanningararbeiði eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp?
2. Metir landsstýrimaðurin, at ein skaðanevnd er neyðug, fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar aðrar ítøkiligar ætlanir fyri at fyribyrgja ferðsluóhappumí framtíðini, eitt nú at tryggja landsvegirnar ímóti seyði?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at í ferðslutrygdarætlanini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd stendur, at neyðugt er at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í verk neyðugar kanningar, og sum setir neyðuga servitan til kanningararbeiðið, ið skal til,fyri at kunna gera eina frágreiðing fyri hvørt einstakt álvarsligt ferðsluóhapp.
Tá eitt álvarsligt óhapp hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór fram, og hvør orsøkin til óhappið var. Kanningararbeiðið skal í síðsta enda tryggja, at vit læra av tí, ið er farið fram og fyribyrgja óhappum í framtíðini.
Ein skaðanevnd er virkin í øðrum samanhangum. Skaðakanningar verða gjørdar, tá eitt nú arbeiðsskaðar koma fyri ella ein vanlukka er á sjónum. Ráðið fyri Ferðslutrygd meinar, at tað skulu setast líknandi skaðakanningar í verk eftir hvørt álvarsligt ferðsluóhapp. Á minningardegi teirra deyðu í ferðsluni í fjør varð aftur víst á tørvin á eini skaðanevnd.
At enda sigur Rósa Samuelsen, í sínum viðmerkingum, at Ungdómstingið legði fyri stuttum fram eitt uppskot til samtyktar um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði, og í orðaskiftinum varð skaðanevndin eisini umrødd. Seyðir á landsvegum varð tá mett at vera ein trupulleiki av mongum og tískil er neyðugt at hava eitt nágreiniligt kanningararbeiði eftir hvørt álvarsligt óhapp, so slík óhapp kunnu fyribyrgjast frameftir.
Sambandsflokkurin