![](/myndir/myndin-15538_r_705_0.jpg)
SKAÐABROT í LORVÍK!
Veit nakar hví?
Veðrið harðnar í hvørjum. Brot og hvirlur bróta verri enn fyrr.
Ein onnur orsøk er helst at Føroyar søkka, og at havið kanska lutvíst hækkar. Javnvágin skeiklast í hvussu so er.
Seinastu á leið túsund árini er landið sokkið eini tríggjar- fýra metrar.
Frá nítjanhundraðogseksti eru eini fimmogtjúgu sentimetrar farnir undir hav.
Seinastu tíggju árini vísa mátingar at eini tveir millimetrar fara um árið.
Soleiðis minkar land okkara hvørt ár, og vit fara heldur als ikki væl um um tað sum er eftir av føðilandinum.
Henda óhepna gongd hevur sjálvandi stóra ávirkan á havnarløg og mangt annað. Eitt nú neyst, rættir og seiðabergspláss.
Um nú molin í Lorvík er teknaður fyri eini fjøruti árum síðani, so er hann kanska ætlaður í so lágur.
Vit noyðast at taka atlit fyri hesi gongd, sjálvt um vit helst eru nummar eitt í heiminum í at fremja ivasamar verkætlanir.
Kanska onkur íð veit betri um hetta her vil kunna okkum meiri.
Hanus Vang, verkfrøðingur