Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúrður verður ikki ákærdur

Fútin hevur nú avgjørt, at Sjúrður Højgaard, ikki verður ákærdur fyri at hava hótt prestin í Fuglafirði. Grundgevingin er, at prædikumaðurin bert hevur brúkt endurgevingar úr bíbilskum teksti.

Fríggjadagin 1. februar, skrivaði Oyggjatíðindi hesa greinina:

Nú skal gamla testamenti roynast í rættinum

Hóast ongin fúti virkar í Føroyum í løtuni, so siga tey seg enn arbeiða við einum sjáldsomum máli, har ein prestur krevur Sjúrða Højgaard, revsaðan, fyri bókstaviliga at endurgeva úr heilagu skriftunum, og tekur prestur hetta sum grova hóttan í móti sær og familjuni.

Vit hava fingið at vita, at tað er Linde Hesselberg, ákæri, sum hevur úttalað seg vegna fútaembætið, og tað boðar ikki frá góðum, tá hugsað verður um, at tað var júst hon, sum fekk kroatan dømdan 14 ára fongsul. Ein dómur, sum ongin føroyingur trýr uppá.

Linde Hesselberg hevur sagt, at verður maðurin, sum umsetur gamla testamenti, skuldsettur og seinni ákærdur, so verður tað eftir grein 119 – um hóttan av almennum starvsfólki. Tað verður jú spennandi at hoyra nærri um, tí verður hendan grienin brúkt, so kunnu onnur eisini melda, tá prædikumenn hótta við gráti og tannagrísli.

Sjurður Højgaard, hevur ikki sagt seg gjørt annað enn tað, Heilaga skriftin áleggur honum at siga. At hann als ikki hevur hótt prest ella familjuna, men bara hevur endurgivið tekstin rúmliga og generelt. Prestafelagið hevur verið úti og sagt seg taka undir við meldinum, tó at bispur – okkum vitandi, hevur hildið seg kúrran, men sannleikin er tann, at ger ákæruvaldið álvara av, og vinnur, so verður ringt at taka bíbilsku tekstirnar í álvara, og so fáa vit eisini staðfest, at lógin um trúarfrælsi, er eins lítið galdandi í Føroyum, og mannarættindaprinsippini.

Ákærin nevnir eisini møguleikan fyri, at ákæra prædikumannin og umsetaran av guds skriftum fyri brot á 266 b, sum neyvan heldur er hóskandi, tí hendan lógargreinin bólkar.

Men kravið er, at gamla testamenti skal roynast í rættinum, og væl gagnist okkum øllum fyri tí trúarbardaga, sum tá kann spyrjast burturúr, skrivaði blaðið fríggjadagin.

--------

Presturin í Fuglafirði undrast stórliga, men tekur avgerðina til eftirtektar, og ætlar at tosa við kirkjuleiðsluna um støðuna.

Formaðurin í prestafelagnum helt, at tað var í lagi at melda Sjúrð Højgaard.

Tað helt fútin bara ikki, og tað er nógv sum bendir á, at hesaferð hevur hann tikið eina rætta avgerð.