Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúrður Olsen um Tórshavnar havn: Vinnir ikki lutfalsliga meir enn aðrar havnir

Tórshavnar havn vinnir ikki lutfalsliga meir enn aðrar havnir. Tá Norðlýsið áhaldandi heldur fast um, at "Tórshavnar kommuna einsamøll fær allar inntøkurnar av útflutninginum av alifiski og pelagiskum og øðrum fiskasløgum," so haldi eg, hetta tørvar eina viðmerking. Tí hetta er ikki fyrstu ferð, at róð verður upprundir, at Tórshavnar havn fær lutfalsliga ovnógv burturúr okkara inn- og útflutningi.

Í fyrsta lagi er tað soleiðis, at Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna er hvør sítt. Sum tann einasta í landinum hevur Tórshavnar havn síðan í tríatiárunum verið sjálvstøðug við egnum roknskapi. Tað renna ongir pengar millum Tórshavnar havn og kommununa. Tórshavnar havn hevur sínar egnu inntøkur og fíggjar sjálv sínar íløgur.

Fram til ár 2000 var tað landsstýrið, sum ásetti gjøldini fyri av- og uppskipan, men síðan tá hevur talan verið um fría kapping á økinum. Tórshavnar havn hevur kortini als ikki hækkað gjøldini síðan tá.** Hvør fær hvat?

Júvíst hevur Tórshavnar havn stórar inntøkur. Í 2012 var samlaða inntøkan sambært Hagstovuni slakar 55 miljónir. Hóast tað kanska er irrelevant, so merkir hetta, at við um 40% av fólkatalinum, so var talan um eina inntøku uppá 2.779 krónur pr. fólk í Tórshavnar kommunu.

Tilsvarandi var inntøkan hjá havnini í Klaksvík um 9 miljónir, býtt á fólkatalið var talan um 1.839 krónur pr. fólk. Í Runavík var sama tal 2.566 krónur pr. fólk, men í Fuglafirði var tað 4.249 krónur, altso nógv tað hægsta.

Ístaðin fyri at fara at órógva fríu kappingina og at javna t.d. frá Fuglafirði, so hevði verið púra nátúrligt, at havnir sum t.d. Klaksvíkar havn, fylgdu Fuglafirði við at áseta eitt ávíst prosentgjald av sjálvum virðinum á landaða tilfeinginum. Tí virðið á tilfeinginum, sum kemur upp í eitt nú Klaksvík, er risastórt. Hetta er púra vanligt í stóru havnunum í grannalondum okkara.

Sjúrður Olsen,

form. í vinnunevnd Tórshavnar býráðs