Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúrður Hammer vart ph.d. um skúgv á University of Glasgow

Fríggjadagin 19. mars vardi Sjúrður Hammer ph.d.ritgerð sína við University of Glasgow. Verkætlanin kallast: “Feeding ecology and pollutant exposure of the great skua Stercorarius skua in the Faroe Islands.” 

 Verkætlanin bleiv gjørd undir vegleiðing av Ruedi Nager dr. og lektara á University of Glasgow, Robert W. Furness professara á University of Glasgow og Mariu Dam ph.d. og granskingarleiðara á Umhvørvisstovuni. 

 Uttanhýsis próvdómarin var Stephen Votier dr. og lektari á University of Exeter
 Innanhýsis próvdómarin var David Bailey dr. og lektari á University of Glasgow

 Sum vant tá ph.d. ritgerðir vera vardar í Bretlandi, so var verjan – ella viva, sum tað kallast har – ikki almenn. 

 Verjan gekk væl, og tað eru bert smávegis rættingar, minor revisions, sum skulu gerast, áðrenn endaliga útgávan av ritgerðini formliga kann góðkennast .

 Endaliga ritgerðin við rættingunum skal latast inn í mesta lagi 4 mánaðir eftir verjuna og formliga eftirkannast. Síðani kann ph.d. heitið kann latast endaliga.

 Ætlanin er at halda eina framløgu um verkætlanina í Føroyum einaferð tíðliga í summar.
 Verkætlanin varð stuðlað av Granskingarráðnum, Umhvørvisstovuni og av Statoil Færøerne. 

 Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum: http://ark.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=131  

 Í 2012 gjørdi Gunnar G. Guttesen ein film um granskingina hjá Sjúrði Hammer til filmskapping hjá Granskingarráðnum. Filmurin, sum kallast: “Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin”, vann filmskappingina og kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=TVlCikRp21U&feature=plcp