Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúkrakassagrunnur Føroya settur á stovn

Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hava á fundi 8. apríl sett á stovn Sjúkrakassagrunn Føroya.

Endamálið við grunninum er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Sambært semju millum sjúkrakassarnar og Heilsumálaráðið verður fæið, sum er eftir í føroysku sjúkrakassunum, tá øll viðurskifti sjúkrakassanna eru avgreidd, latið sum stovnsfæ í Sjúkrakassagrunn Føroya.

Grunnurin skal innan 1. apríl 2014 hava gjørt skrivligar leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til, og skal hava útgoldið alt fæið til Granskingargrunnin. Eftir 1. apríl í 2014 hevur Granskingargrunnurin ábyrgd av umsitingini av fænum samsvarandi teimum leiðreglum, ið Sjúkrakassagrunnur Føroya hevur ásett.

Limirnir, sum valdir eru í nevndina fyri Sjúkrakassagrunnin umboðandi ymsu áhuga- og yrkisbólkarnar, eru:

Rasmus Patursson (sjúkrakassarnir)

Jórun Gaardbo Olsen (sjúkrakassarnir)

Gunvør Sigurðsson (fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum)

Sonja J. Jógvansdóttir (fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum)

Ingrid S. Henriksen (Landsfelag Pensjónista)

Ása Olsen (Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum)

Jákup N. Olsen (Sjúklingaráðið)

Guðrið Andorsdóttir (Heilsumálaráðið)

Nýggja nevndin í grunninum hevur sín fyrsta fund 7. mai í ár. Nevndin skipar seg sjálv við formanni/-kvinnu.