Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúkrahúsverkið skríður í skræðuni – fátækramarkið økist – landskassahallið fær ongan enda

Og hetta eru bert dømi úr rúgvini, ið kundu verið loyst, um teir høgraorienteraðu høvdu havt vilja til tess. Men teir hava býtt og býta Guðs gávur til alt fólkið til nøkur fá útvald, og úrslitið er hareftir: nógv eru í neyð, meðan onnur liva í yvirflót. Og báðir partar eru ósekir í skeiva býtinum. Teir seku eru lóggávugevararnir. Vit onnur eru rukkurnar, sum verða hildnar fyri turra spott. Upplýsingar verða hildnir í loyndum, og logið verður, tá teir kunnu sleppa avstað við tí.

Annars kunnu tit hyggja kring tykkum, og tit síggja - burtursæð frá teimum Skandinavisku londunum, ið øll eru vælferðarsamfeløg, sum mong misunna – stættasamfeløg við djúpum kluftum millum tey fátæku og tey ríku. Og tað er júst tað, ið høgra við hond og fót, við sannleika og lygn og annars við øllum tonkiligum og ótonkiligum skitnum vápnum vil hava Føroyar at blíva. Og vit eru longu á veg: høvuðrík og blóðfátøk.

Okkara vælferðarsamfelag, ið høgra er við at knúsa innanífrá, má verjast við øllum vit hava og kunnu verja tað við. Okkara abbar og ommur, pápar og mammur og vit yngru hava lagt lunnar og bygt upp vælferðarsamfelagið, sum vit hava kent og verið góð við, so ókrútið, sum er fokið inn yvir oyggjarnar tey seinastu árini, má lúkast og koyrast burtur.

Fyrsta og avgerandi stríðið verður at fækka talið av teim høgravendu á løgtingi, soleiðis at stættasamfelagið verður vent í hurðini og sent aftur, har tað er frá komið.

Við ynski um góða eydnu í stríðnum.

Dagfinnur Danbjørg.