Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúkrahúsútbygging heldur karmarnar

ÚTBYGGING: Við at lurta eftir tíðindasendingum í útvarpinum í síðstu viku, kundi lurtarin fáa ta fatan, at útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er farin út um givnu karmarnar hjá Løgtinginum. Hetta er ikki rætt.

Støðan viðvíkjandi útbygging av Landssjúkrahúsinum er tann, at eitt samt Føroya Løgting samtykti løgingslóg 7. juni 2011, har karmurin er 421,8 mió. krónur fram til 2018. Í hesum karmi er íroknaður sokallaði H-bygningurin fyri 295. mió. kr. Hetta fevnir um psykiatriskan depil, somatiskar seingjardeildir, rehabilitering og annað.

Í tekstinum til lógina stendur, at í samlaðu upphæddini á 421,8 mió. krónur til sjálva byggingina, er ikki íroknað prísvøkstur, útgerð, innbúgv, list og grøn orku. Útreiðslur, sum sjálvandi fara at koma, tá byggingin er komin so mikið langt, at innflyting nærkast.

Síðani lógin varð samtykt, er byggiskrá og skipanaruppskot gjørt, og tí ber nú til at siga, hvat tørvurin er á útgerð, innbúgvi, list og grønari orku.

Sum byggiharri er Landsverk av teirri fatan, at skilabesta loysnin er, at bygningurin skal takast í nýtslu, tá hann er liðugur, og ikki bíða til 2018, sum lógin leggur upp til. Hetta merkir sjálvandi, at stórur partur av íløguni í útgerð, innbúgv, list og grøna orku koma fyrr, enn lógin ásetur. Hendan íløgan er ásett til 65,8 mió. krónur.

Ilt er at meta um prísvøkstur, tí tað hevur byggiharrin onga ávirkan á. Landsverk hevur tó roknað ein árligan miðalprísvøkstur á 2,5 prosent.

Fíggjarnevndin er nú komin við einum áliti, sum leingir byggitíðina við einum ári, og sosatt verður ikki flutt inn fyrr enn í 2019. Harafturat mælir meirilutaálitið hjá fíggjarnevndini til, at størsti parturin av fíggingini liggur í endanum av tíðini. Tað vil siga við 140 mió. krónum í 2017 og 130 mió. krónum í 2018. Tað fær sjálvandi ávirkan á útreiðslurnar til prísvøkstur, sum verða hægri. Prísvørksturin er tí mettur til í alt 60 mió. krónur.

Landsverk hevur sum byggiharri hildið seg til teir karmar, sum eitt samt Løgting samtykti 7. juni 2011 við løgtingslóg nr. 77/2011. Tí er tað óheppið, um fíggjarligu fortreytirnar, sum arbeitt hevur verið eftir seinastu tvey árini, verða broyttar.