Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúklingatrygdin á roulettina hjá Tjóðveldi

Landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi hevur nú boðað frá, at landslæknaembætið skal yvirtakast - og Javnaðarflokkurin bara hyggur at og letur standa til

Landslæknin hevur til høvuðsuppávu at styrkja sjúklingatrygdina við at hava eftirlit og góðkenning av heilsufakfólkum í føroyska heilsuverkinum. Henda uppgávan verður umsitin í samráð við Ráðið fyri sjúklingatrygd, ið hevur førleikar og styrki til at tryggja eitt trygt og gott heilsuverk. 

Men nú vil landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, at landslæknaembætið skal yvirtakast uttan at vit vita, hvat kemur í staðin.

Hon hevur eisini nýliga noktað Novo Nordisk Grunninum at seta á stovn miðstøð fyri diabetes í Føroyum, ið kundi sett veruliga gongd á menningina innan diabetesviðgerðir í heilsuverkinum. 

Hon noktar harafturat at taka ímóti gávum til at listprýða nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Hvussu langt sleppur landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi at spæla sær uttan at Javnaðarflokkurin so mikið sum setir spurnartekin við hesar avgerðirnar. 

Og alt hetta hendir, meðan løgtingsnevndirnar ikki sleppa til arbeiðis, tí samgongan ikki fær manna lið. 

Sambært løgmanni er hetta ikki ein fólkaræðisligur trupulleiki, tí landsstýrið er arbeiðsført. Ein staðfesting frá løgmanni um, at landsstýrið nú ræður øllum, eisini løgtinginum.

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum